Ongi úrslit

FMA: Her eru vinnararnir

Jonhard Hammer
21. mars kl. 20:25

Stuðulskipanin Økistónar, ið hevur til høvuðsendamál at bøta um umstøðurnar hjá konsertfyriskiparum í Føroyum, vann í kvøld ársins átak


Økistónar er ein nýggj stuðulskipan, ið hevur til endamáls at fremja og tryggja økt tal av konsertum við høgari góðsku árið runt, landið runt. Skipanin skal fremja reglusemi, og stremba eftir javnari kynsumboðan, margfeldni og tónleikaligum fjølbroytni, skrivar musikk.fo


Musikk.fo skrivar víðari, at Økistónar eisini skal virka fyri trivnaði, menning og nýskapan innan tónleikavinnuna. Skipanin skal gera tað lættari hjá íverksetum at virka sum konsertfyriskiparar, bæði í smærri og størri høpi, eisini í útjaðaranum, og styrkja sambandið millum lokalsamfeløg og tónleikaumhvørvið og menna umstøðurnar at framføra tónleik kring landið. Sostatt menna eina konsertmentan og fremja áhoyraramenning kring alt landið.


Konsertfyriskiparar kunna søkja um 2.000 krónur í stuðli per tónleikara, tó í mesta lagi 10.000 kr. per tiltak. Fyriskiparar skulu vera fevndir av sáttmála við KODA og limir í Konsertfyriskiparafelagnum. Limaskapur er ókeypis og øll kunnu blíva limur við at senda teldupost til [email protected]


Raðfestingar hjá úrvalsnevndini eru hesar: 


  • Økismennandi virksemi; bæði tá talan er um alt landið, og eisini innanhýsis í kommununum.

  • Reglusemi í virkseminum.

  • Virksemi, sum ikki framanundan er stuðlað.

  • Undanfarið virksemi hjá fyriskipara, grundað á viðhefta frágreiðing í umsóknini.

  • Nýskapandi og/ella eginframleiddan tónleikan.

  • Tónleikaligt fjølbroytni.

  • At umsóknin er væl frágingin.


Tað er sambært musikk.fo ikk eitt krav at røkka øllum hesum endamálum.

FMA 2025 Ársins Myndlistarligi Samleiki Silvurdrongur

FMA 2025 Ársins Spíri gówa

Ársins Útflutningsvirðisløn World New Music Days 2024 - Felagið Føroysk Tónaskøld
FMA 2025 Ársins Tónleikari Jón Festirstein

Mest lisið hesa vikuna

Fólk skulu ikki bæði fáa góða løn - og fólkapensjón

18. mars kl. 16:50

Hans Jacob W. Hjelm til minnis

19. mars kl. 09:43

Eg eri drigin upp á tráð av samgonguni

19. mars kl. 15:54

Løgreglan var fleiri ferðir eftir fullum tannáringum í nátt

Í gjár kl. 09:26

Hetta kjakið hevur verið bæði harmiligt og skaðiligt

21. mars kl. 10:29

Ávara ímóti einum slagi av pannum

21. mars kl. 12:45