Nú seinnapartin hendi eitt ferðsluóhapp í Norðragøtu tá ið tey pyntaðu til jóla.
Tveir mans vóru uppi í einum kranabili, tá ið hann brádliga koppaði.
Annar maðurin slapp snikkaleysur frá óhappinum, men hin maðurin varð kleimdur ímillum lyftina og sjálvan kranan.
Har komu bæði sjúkrabilar, lækni, løgregla, Arbeiðseftirlit og bjargingarlið á staðið, men tað tók meiri enn ein tíma at fáa hann leysan.
Maðurin varð so fluttur á Landssjúkrahúsið við sjúkrabili, har løgreglan koyrdi frammanfyri og syrgdi fyri at sjúkrabilurin slapp ótarnaður fram.
Løgreglan veit ikki, hvussu maðurin hevur tað, men hann var við vit og tey tosaðu við hann alla tíðina