Ongi úrslit

Hetta verður øgiliga trupult

So verður talan um eina sera, sera stutta fundarrøð

Jóhanna Højgaard
1 tími síðan

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, reagerar nú uppá nýggju útsøgnirnar frá Karoline Leavitt, sum er talskvinna fyri Hvítu Húsini.

Hon segði fyrr í dag, at arbeiðsbólkurin sum var avtalaður í gjár, Skal snúgva seg um yvirtøku av Grønlandi

Hetta er ikki tað sum boðini vóru eftir fundin í gjár.

- Tað vísir, at hetta fer at vera øgiliga, øgiliga trupult, sigur Løkke við TV 2.

Sambært honum skal bólkurin kanna, um tað eru háttaløg, sum kunnu møta amerikanskum ynskjum um trygd í Arktis við virðing fyri teimum reyðu linjunum hjá Grønlandi.

- Tað eru vit samd um, og tað kann eg vísa á. Eg var sjálvur á fundinum, og tað er tað vit standa fyri, sigur hann víðari.

Vísir tað seg, at amerikanarar hava eina aðra ambitión, tá fundirnir verða hildnir, so verður talan um eina sera, sera stutta fundarrøð, sigur Løkke at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50