Tá ið Føroyar í gjárkvøldið taptu 1-0 í vinardysti suðuri í Norðurmakedonia, varð Odmar Færø skiftur inn, tá ið tað restaði eitt stórt korter.
Hetta var 50. ferðin, at 33 ára gamli Odmar Færø var á landsliðnum. Fyrsta ferðin var 15. august í 2012, tá ið Lars Olsen var venjari, og Føroyar í Íslandi taptu vinardyst 2-0. Tá var Odmar Færø í miðverjuni saman við Rógva Baldvinsson, sum hann í gjárkvøldið avloysti 18 minuttir undan leikloki.
Odmar Færø hevur síðani 2020 spælt við KÍ. Í hesum tíðarskeiðnum hevur hann spælt 22 landsdystir.
Í 2019 var Odmar í Noregi og spældi fótbólt við Hamarkamaratene. Tá var hann fimm ferðir á landsliðnum.
Fram til og við 2018 spældi Odmar við barndómsfelagnum B36, sum hann umboðaði 23 ferðir á landsliðnum.
Nú eru tað 25 spælarar, sum hava verið 50 ella fleiri ferðir á landsliðnum. Teir báðir næstu, sum sambært yvirlitinum hava møguleika at røkka hálvthundrað landsdystum eru Sonni Ragnar Nattestad, sum hevur umboðað føðilandið 46 ferðir og René Shaki Joensen, sum hevur spælt 42 ferðir á landsliðnum.
Teir 25 sum hava verið 50 ella fleiri ferðir á landsliðnum í fótbólti
Fróði Benjaminsen | 95 |
Óli Johannesen | 83 |
Jóan Símun Edmundsson | 77 |
Jákup Mikkelsen | 73 |
Hallur Hansson | 72 |
Gunnar Nielsen | 70 |
Viljormur Davidsen | 66 |
Jens Martin Knudsen | 65 |
Sølvi Vatnhamar | 64 |
Julian Johnsson | 62 |
Gilli Rasmussen | 62 |
Jákup á Borg | 61 |
Atli Gregersen | 59 |
John Petersen | 57 |
Jónas þór Næs | 56 |
Klæmint A. Olsen | 56 |
Allan Mørkøre | 54 |
Rógvi Jacobsen | 53 |
Súni Olsen | 53 |
Øssur Hansen | 51 |
Christian Lamhauge Holst | 51 |
Rógvi Baldvinsson | 51 |
Christian Høgni Jacobsen | 50 |
Brandur H. Olsen | 50 |
Odmar Færø | 50 |
Kelda: faroesoccer.com |