Nýggj gransking vísir, at Ozempic – tann kendi heilivágurin frá Novo Nordisk – kann hjálpa fólki, sum stríðast við rúsdrekkaóvanar.
Í einari nýggjari kanning vóru 48 luttakarar fylgdir í níggju vikur, har teir antin fingu Ozempic eina ferð um vikuna ella placebo.
Úrslitini vístu, at teir, sum fingu heilivágin, høvdu munandi minni tráan eftir rúsdrekka og færri løtur við nógvari rúsdrekkanýtslu. Tað skrivar B.T.
Møguligt gjøgnumbrot í viðgerðini
Kanningin er almannakunngjørd í tíðarritinum Jama Psychiatry, har granskararnir leggja dent á tey lovandi úrslitini.
Sambært Klara Klein, sum leiddi royndina, hevur virkaða evnið í Ozempic, semaglutid, møguleika at nøkta ein "higartil ómettaðan tørv" innan viðgerð av rúsdrekkaóvanum.
"Tey fyrstu úrslitini eru sera lovandi," sigur hon sambært Reuters og undirstrikar samstundis, at tørvur er á størri og longri kanningum fyri at vátta úrslitini.
Ozempic er frammanundan kent fyri sín virknað móti diabetes og fita, men granskarar kanna nú eisini, um heilivágurin kann hava fyrimunir fyri sjúklingar við svøvnapnø og hjarta- og æðrasjúkum.
Um komandi kanningar vátta nýggju úrslitini, kann tað merkja eina heilt nýggja tilgongd til viðgerðina av rúsdrekkaóvanum – eitt øki, har munadyggar loysnir leingi hava vantað.