Ongi úrslit

Nýskipan er ikki bara sparing

Ben Arabo, valevni fyri Javnaðarflokkin
2 tímar síðan

Eg droymi um heimsins besta samfelag. Eitt samfelag, har borgarin fær hjálp, tá honum tørvar tað á lættast møguligan hátt uttan oyðubløð og fremmandgering.

Ein skipan uttan dupultfunktiónir. Ikki sum í dag, har man t.d. hevur tríggjar ymiskar partar av almennu Føroyum, sum umsita hjálpartól.

Nýskipan handlar ikki bara um at spara pengar. Tað handlar eisini um at gera skipanina lættari fyri vanliga borgaran.

Eg fái ofta skotið í skógvarnar, at eg bara vil sleppa at minka um tað almenna.

Tað er misskilt. Eg vil arbeiða fyri einari effektivisering av mátanum vit fyrisita vælferðartænasturnar, so vit kunnu brúka mest møguligt upp á sjálvar vælferðartænasturnar.

Eg síggi heilt einfalt ikki fyri mær, at tað almenna minkar stórvegis komandi árini. Vit hava for lítið av fólki at ansa teimum gomlu og røktarkrevjandi sum er, og støðan bara versnar komandi árini. Vit kunnu t.d. heldur ikki vænta, at talið av sjúkrasengum fer at minka komandi nógvu árini. Tvørturímóti.

Tí mugu vit nýskipa almenna bygnaðin, og endurskoða mátan, vit arbeiða uppá.

Í hesum sambandi átti vit at kannað, hvussu fyrisitingarlógin verður brúkt og tulkað ella – torir man at hugsa tankan - yvirtulkað í umsitingini.

Um fyrisitingarlógin treingir til dagføringar ella presiseringar, so vil eg arbeiða fyri tí.

Alt fyri eitt ómakaleysari samfelag fyri borgaran.

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Fólkafloksmaður viðgongur: Skeivt at forskatta pensjónirnar

17. mars kl. 21:35

Framvegis einki tamarhald á eldinum

17. mars kl. 21:11

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01