Fyri stuttum frættist, at Ragnar Lindholm, sum hevur verið ein av málverjunum hjá B68, hevur skrivað undir sáttmála við Skála.
Í kvøld boðar B68 frá, at ein nýggjur málverji hevur skrivað undir sáttmála við B68. Tað er Terji Þór Brynjarsson. 11. desember verður hann 32 ár.
Terji Þór Brynjarsson fer á Svangaskarði at kappast við hinar málverjarnar, sum eru Tórður Thomsen og Svend Danielsen.
Terji Þór Brynjarsson er ikki heilt ókendur á Svangaskarði. Í august mánað í 2022 vardi hann tríggjar ferðir B68 málið í bestu deildini. Annars hevur hann sambært faroesoccer.com spælt 42 dystir í 1. deild og átta dystir í kappingini um løgmanssteypið.
Síðsta kappingarár var hann bæði í B71 og FC Hoyvík, og øll árini frá 2019 til 2022 umboðaði hann Undrið FF.