Ongi úrslit

Nýggjur maður í EB/Streymaálopinum

20 ára gamal er undir liðini á Filip Djordjevic

Jóannes Hansen
17. sepember 2023 kl. 14:51

B36 er gestur í Hólmanum á Eiði. Fyrsta bríksl verður klokkan 15, og Alex Troleis er dómari.

Ein av lyklaspælarunum hjá EB/Streymi er Bogi Reinert-Petersen. Seinastu ferðirnar hevur hann verið í álopinum saman við Filip Djordjevic. Bogi er ikki við í dag. Undir venjing í vikuni varð hann skaddur í knænum. Eitt liðband í knænum er toygnað, og tað er sannlíkt, at Bogi ikki verður við tær næstu vikurnar.

Nýggjur maður í álopinum er 20 ára gamli Markus Hellisdal. Hetta er fyrsta árið, at hann er á besta liðnum, har hann er skrásettur at vera verjuspælari og miðvallari. Men í dag er hann í álopinum.

Hjá B36 er Sonni Ragnar Nattestad aftur í miðverjuni eftir leikbann. Hannes Agnarsson er ikki millum teir fyrstu ellivu. Hann er á beinkinum.

 

EB/Streymur – B36 kl. 15.00

Dómari: Alex Troleis

EB/Streymur: Steven van Dijk – Bergur Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft – Rani Berg í Soylu, Gutti Dahl-Olsen, Dánjal Godtfred, Jákup Hummeland – Filip Djordjevic, Markus Hellisdal

B36: Mattias H. Lamhauge – Símun Sólheim, Isak Jönsson, Sonni Ragnar Nattestad, Jann J. Benjaminsen – Mattias Hellisdal, Andrass Johansen – Aron Knudsen, Michal Przybylski, Bjarki C. Nielsen – Valerijs Sabala

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14