Ongi úrslit

Nýggjur íløgugrunnur við fokus á føroyskar fyritøkur

Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur fáa betri atgongd til kapital – og hvussu kann tað styrkja føroyska vinnu? Tað verður eitt av evnunum á Vinnuforum 2025, har Tórheðin Jónsveinsson Jensen fer at leggja fram um arbeiðið at seta á stovn FinEst Faroe Fund – ein nýggjan vinnufremjandi íløgugrunn, sum hevur føroyskar fyritøkur í brennideplinum.

Dánial Golightly
6. oktober kl. 14:00

Hvussu kunnu føroyskar fyritøkur fáa betri atgongd til kapital – og hvussu kann tað styrkja føroyska vinnu? Tað verður eitt av evnunum á Vinnuforum 2025, har Tórheðin Jónsveinsson Jensen fer at leggja fram um arbeiðið at seta á stovn FinEst Faroe Fund – ein nýggjan vinnufremjandi íløgugrunn, sum hevur føroyskar fyritøkur í brennideplinum.

 

Grunnurin skal bøta um nakrar av teimum størstu avbjóðingunum í føroyska vinnulívinum:

– Mangul upp á marknaðarlikviditet

– Mangul upp á váðafúsan kapital, serliga í fyrstu stigunum

– Og tørvurin á at styrkja føroyskan heimlandsstoltleikan

 

FinEst Faroe Fund verður skipaður í samstarvi við FinEst Love VC Management í Estlandi og hevur ES-góðkent loyvi at gera íløgur upp til 500 milliónir evrur. Talan er um ein grunn, sum kann gerast eitt týðandi amboð fyri at skapa nýggjar møguleikar innan føroyska íverksetan og vinnulív.

 

Vinnuforum, sum verður í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum fríggjadagin 10. oktober kl. 13:00–15:30, samlar á hvørjum ári íverksetarar, vinnulívsfólk og myndugleikar til íblástur, orðaskifti og netverkan. Í ár verður serligur dentur lagdur á nýskapan, samstarv og kveikjandi søgur úr føroysku vinnuni.

 

Tað er Tórshavnar kommuna og Hugskotið, sum skipa fyri tiltakinum, og tað er ókeypis at luttaka.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14