Tað hevur verið tosa um at Taiga mottan nærkast Noregi. Hendan mottan kann bera sibirska TBE-virusi, og ein annan variant frá fjareystri, og hesi bæði kunnu elva til sjúku, ið er enn álvarsligari enn tað evropiska TBE-virusið sum higartil er funnið í vanligu skógarmottuni í Noregi.
Granskarin, Arnulf Soleng, savnaði 62 mottur í juli 2023 frá nýggju ymsum støðum kring um í Brønnøysund.
Tær eru so greinaðar og tað vísti seg, at fýra av teimum vóru Taiga mottur. Hesar eru helst komnar um markið úr Svøríki, antin við fugli ella hjørtum.
Kanningin vísti tó, at tær fýra Taiga motturnar vóru ikki berarar av TBE-virusinum, sigur Arnulf, sum hevur savnað túsund mottur afturat í norður Noregi nú um vikuskiftið.
Tey gera vart við, at tað er eingin grund at loypa ótta á fólk, men tað er umráðandi at hugsa um vandan, serliga har í teimum førum, har sjúklingar í Norðurnoregi verða sjúkari enn vanligt.
Serliga skal man vera varin í Brønnøysund økinum, sum hevur eitt mildari veðurlag enn aðrir partar av norður noreg, tí har trívast mottur best.
Koppseting virkar fyri øll sløg av mottum
Í norðulondum var Taiga mottan var fyrstu ferð skrásett í 2004. Tað var í Finnlandi og síðan, í 2016, er hon eisini skrásett í svøríki.
Í báðum londum hevur hon breitt seg. Í Finnlandi eru berarar av sibirska TBE-variantinum funnir, men enn er virusi ikki funnið í svøríki.
– Í Finnlandi hava tey tó eisini funnið sibirska TBE virusi í vanligari skógarmottu, so tann dagin vit fáa tað virusi, verður tað ikki bara taiga mottan sum er berari, men tá kann vanliga skógarmottan eisini smitta, sigur granskarin, Åshild Andreasen.