Ongi úrslit

Nýggj nevnd skipað í Liv Lívið

Liv Lívið hevur á fundi 26. februar skipað nýggja nevnd, og eru 4 nýggj andlit komin í nevndina. Nevndin inniheldur 4 kvinnur og 5 mans.

Ragnar Sjúrðarson
26. februar 2023 kl. 23:49

Nevndarformaðurin, Hans Terje Vestergaard, Skrivarin Jóhan Hansen og Kassameistarin Lív Brúsá vórðu vald at forseta í uppgávunum, og varð Eliesar Eið valdur sum nýggjur næstformaður í nevndini. Nevndin sær nú soleiðis út:

Hans Terje Vestergaard, formaður

Eliesar Eið, næstformaður

Lív Brúsá, kassameistari og starvsfólkaumboð

Jóhan Hansen, skrivari

Maria á Lakjuni, nevndarlimur

Joanita Rasmussen, nevndarlimur

Pól Sundskarð, nevndarlimur

Sara Eið, nevndarlimur

Kári Østerø, nevndarlimur


UM LIV LÍVIÐ

Liv Lívið varð áður kent sum Blái Krossur Ungdómur, og er ungdómsfelagsskapurin hjá Bláa Krossi. Liv Lívið er um summarið at síggja á flestum festivalum við eyðkendu bingjuni, og nýggju rúsfríu barrini. Eisini hevur Liv Lívið fyri stuttum fingið nýggj ungdómshølir mitt í Havnini, ið ber heitið Hollywood, og fer vónandi um ikki ov leingi at hava fastar upplatingartíðir um vikuskiftið.

Liv Lívið hevur sum høvuðsendamál at upplýsa ung um rúsdrekka og rúsevnir, og ynskir at vera á staðnum har tørvurin er størstur, og veita eitt alternativ til rúsin, og tað umhvørvið, ið rúsurin ber við sær.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Peningurin er læstur fastur

23. juli kl. 13:04

Ken er givin í Vágum

23. juli kl. 14:40

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48