Ongi úrslit

Nýggj lóg um føroyskt sum annaðmál samtykt

Lógin skal tryggja borgarum, sum ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, atgongd til undirvísing og útbúgving

Fríðmundur Nattestad
14. mai 2024 kl. 14:15

Í gjár var løgtingslóg um føroyskt sum annaðmál samtykt. Lógin skal tryggja øllum borgarum í Føroyum yvir fólkaskúlaaldur, sum ikki hava føroyskt sum sítt fyrsta mál, atgongd til undirvísing og útbúgving í føroyskum.

Hesum boðar barna- og utbúgvingarmálaráðið frá í tíðindaskrivi.

- Í nógv ár hevur undirvísing í føroyskum sum annaðmál fyri vaksin verið fyriskipað sum frítíðarundirvísing innan kommunala geiran. Henda skipan hevur virkað væl, og hava tilflytarar kring landið havt møguleika fyri at tekna seg til málskeið, ið hava lagt lunnar undir málsligari og samfelagsligari integratión. 

- Ásannandi, at tørvurin fyri undirvísing í føroyskum er í vøkstri grundað stórari tilflyting til Føroya, er neyðugt við einari lóg, sum skal tryggja javnbjóðis atgongd hjá øllum tilflytarum til somu undirvísingar- og útbúgvingartilboð. Talan er um ein løgfrøðiligan karm, sum er fleksibul, og sum skjótt kann laga undirvísingartilboðini til tørvin hjá borgarum, samfelagnum og vinnuni, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Tað verður Undirvísingarstýrið saman við góðkendum skúlum, ið kemur at samskipa undirvísingina.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26