Ongi úrslit

Nýggj kunngerð ásetur greið mørk fyri samsýning og løn í fólkakirkjuni

Serligar reglur verða settar fyri urguleikarar, sum ikki virka sjálvboðið

Uttanríkis- og mentamálaráðið
11 tímar síðan

Uttanríkis- og mentamálaráðið hevur sett eina nýggja kunngerð í gildi, sum fyri fyrstu ferð ásetur greiðar karmar fyri samsýning, løn og eftirløn til kirkjutænarar og hjálparfólk í fólkakirkjuni. Hetta verður gjørt eftir áheitan frá Fólkakirkjuni.

Endamálið við nýggju reglunum er ikki at avloysa tað sjálvbodna arbeiðið, sum er ein týdningarmikil partur av kirkjulívinum, men at seta eitt evsta mark fyri samsýning til tey, sum leggja eitt stórt arbeiði í kirkjunnar tænastu. Kunngerðin skal tryggja jøvn, skipaði og rættvís lønarviðurskifti hjá teimum, ið virka í kirkjuligum tænastum. 

Serligar reglur verða settar fyri urguleikarar, sum ikki virka sjálvboðið. Lønin hjá teimum skal fastsetast eftir útbúgving og fakligum førleikum. Eitt greitt tímatalsmark er sett fyri ymisk kirkjulig tiltøk. 

Kunngerðin fær gildi 1. januar 2026. Verandi avtalur, sum ikki lúka nýggju reglurnar, skulu vera endurskoðaðar í seinasta lagi 1. januar 2027.
Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, leggur dent á týdningin av nýggju reglunum:

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57