Ongi úrslit

Nýggj kanning: Føroyingar vilja halda fram í ríkisfelagsskapi við Danmark

Anna Falkenberg
3 tímar síðan

Ein greiður meiriluti av føroyingum, 59 prosent, halda, at Føroyar skulu vera partur av ríkisfelagsskapinum. Tað vísir ein nýggj kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Sambandsflokkurin á Fólkatingi.

Fimm flokkar í løgtinginum siga seg vera samdar um, hvussu farast skal fram á ríkisrættarliga økinum. Semja millum flokkarnar tykist at vera, at Føroyar skulu úr ríkisfelagsskapinum.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur tí sett sær fyri at kanna, hvat vanliga fólkið heldur um ætlaninar.

Niðurstøðan er púra greið. 59 prosent halda, at Føroyar eiga at fáa størri sjálvræði, men innanfyri ríkið.

25 prosent halda, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, og 16 prosent halda, at ríkisrættarliga støðan skal halda fram óbroytt.

- Hetta vísir, at Sambandsflokkurin er á rættari leið. Vit vilja gera broytingar, so at vit fáa størri uttanríkispolitiskt sjálvræði, men vit vilja ikki slíta frá Danmark. Vit skulu gagnýta stórdriftsfyrimunirnar í ríkinum. Úrslitið av kanningini fortelur okkum, at politikarnir í sokallaðu tjóðarsemjuni mugu hugsa seg um, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi hevur eisini spurt, um fólk kenna seg trygg við sokallaðu tjóðarsemjuna um at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land.

20 prosent siga, at tey kenna seg sera ótrygg. 24 prosent eru ótrygg við støðuna, 28 prosent eru hvørki trygg ella ótrygg, ímeðan 17 prosent kenna seg trygg og 12 prosent kenna seg sera trygg.

- Landsins fremstu politikarar skulu ikki spæla hasard við vælferðini hjá føroya fólki. Eg haldi, at ein skal taka fólkið í álvara og ikki taka óráð fyri, sigur Anna Falkenberg.  

 

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta skulu suðuroyingar aldrin uppliva aftur

13. sepember kl. 15:42

Ávaring frá løgregluni: Fuglfirðingar skulu lata vindeyga og hurðar aftur

12. sepember kl. 18:10

Marta Ellefsen og floksfelagar sleppa ikki úr hotellinum

11. sepember kl. 21:55

Elsa Berg, borgarstjóri, sett skák mát av umsitingini

16. sepember kl. 09:44

Ruth Vang ger bara tað, sum hon er sett í verðina til sum landsstýriskvinna í fíggjarmálum

13. sepember kl. 18:52

Tikin fyri rúsdrekkakoyring - tvær ferðir upp á eina løtu

14. sepember kl. 09:18