Ein nýggj greining av føroyska bústaðarmarknaðinum vísir, at ætlan Landsstýrisins um at byggja 2.000 nýggjar bústaðir fram móti 2030 kann vera nóg mikið til at stabilisera bústaðarmarknaðin og minka um varandi prístrýstið.
Deloitte Economics hevur gjørt greiningina eftir áheitan frá Tórshavnar Kommunu, LÍV, Betri Banka, Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag.
Greiningin skjalprógvar, at bústaðarprísirnir síðstu 10 árini eru tvífaldaðir, og at útboðið í fleiri ár ikki hevur megnað at fylgt við eftirspurninginum. Fólkavøkstur, vaksandi tal av smærri húskjum og økt tilflyting hava skapt eina strukturella ójavnvág – serliga í og kring Tórshavn. Úrslitið er hækkandi prísir, trýst á ung og vaksandi landafrøðiligir skeivleikar.
Sambært greiningini er ein víðkan av bústaðarútboðnum mest effektiva og varandi leiðin at betra um atgongdina til bústaðir og minka um sveiggj í prísunum. Við støði í scenariu-greiningum av føroyska bústaðamarknaðinum fram móti 2030 lýsir frágreiðingin týdningarmestu faktorarnar, sum ávirka ávikavist útboð og eftirspurning eftir bústøðum í Føroyum.
“Greiningin er greið,” sigur Majbritt Skov, partnari og leiðandi búskaparfrøðingur í Deloitte Economics. “Mest haldgóða og varandi loysnin er at økja munandi um bústaðarútboðið.”
Ein kanning av útstykkingarætlanunum hjá teimum tíggju størstu kommununum næstu trý árini vísir, at ítøkiligar ætlanir eru um at byggja umleið 2.000 bústaðareindir innan 2030.
Men greiningin vísir samstundis, at realiseringin av 2.000 bústøðum krevur ein langtíðar og samanhangandi bústaðarpolitikk, sum verður framdur við eini samskipaðari átaksætlan – ikki minst í kommununum.
Tað krevur:
• Skjótari og meira forútsigiligar plan- og góðkenningarprosessir
• Atgongd til byggibúgvið øki
• Greiða raðfesting millum tættari býarmenning og sethúsøkir
• Tætt samstarv millum almennar og privatar aktørar
Uttan hendan innsats er vandi fyri, at ætlanin verður verandi eitt politiskt mál og ongantíð gerst ein veruleiki á marknaðinum.
Greiningin leggur dent á, at bústaðapolitikkur er avgerandi fyri vøkstur – og ikki einans sosialpolitikkur. Ein ójavnvág á bústaðamarknaðinum kann avmarka flytføri á arbeiðsmarknaðinum, møguleikar hjá fyritøkum at fáa arbeiðsmegi og búskaparliga stabilitetin.
“Tí er spurningurin ikki, um 2.000 bústaðir er rætta málið. Spurningurin er heldur, um politiskur vilji er – bæði hjá landsstýrinum og í kommununum – at fremja tað,” endar Majbritt Skov.