Ongi úrslit

Nýggj frímerki frá Posta í dag, 4. september

Posta
4. sepember kl. 10:00

Í dag verður eitt nýtt frímerki givið út. Frímerkið myndar málningin hjá Sigrun Gunnarsdóttir Omma og eg, har omma og dóttir sita og binda hvør sína ermu á somu troyggju.

 

Útgávan, sum hevur heitið Fjálgandi hendur, varpar ljós á hendur í føroyskari mentan - sum ímynd upp á kærleika, umsorgan og dagligt arbeiði. Hendur, ið leiða børn, veita troyst, arbeiða og binda ættarlið saman. Hetta tætta sambandið millum børn og vaksin sæst tíðum aftur í verkunum hjá listakvinnuni, Sigrun Gunnarsdóttir. Frímerkið heiðrar felagsskap og familjuvirði, sum ígjøgnum ættarlið hava sett sín dám á lívið í Føroyum.

 

Føroysk frímerki á framsýning í Japan

Saman við umboðum frá føroysku vinnuni, listafólki og íverksetum luttekur Posta Stamps á heimsframsýningini EXPO 2025 í Osaka, Japan. Føroyar eru vertur fyri Faroe Islands Days í norðurlendska skálanum 4. og 5. september og hetta gevur okkum ein góðan møguleika at vísa fram føroyska mentan og handverk. Frímerkið hjá Sigrun Gunnarsdóttir verður presenterað á framsýningini, umframt serstemplið, sum er framleitt júst til hetta høvið.

 

Hósdagin, 5. september hevur Ingun N. Olsen, leiðari á Frímerkjadeildini, eina almenna framløgu um føroysk frímerki í norðurlendska skálanum Nordic Circle. Har eru øll vælkomin at luttaka og fáa innlit í okkara frímerkjasøgu og komandi útgávur. Fylg Posta Stamps á sosialu miðlunum fyri at fáa tíðindi úr Osaka.

 

Sí annars skránna fyri Faroe Islands Days í Japan her.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

16 tímar síðan

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

11 tímar síðan

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03