Ongi úrslit

Nýggj føroysk skaldsøga

“Hevnd er ein skaldsøga um at missa alt – og velja at taka alt aftur.”

Tíðindaskriv
Í gjár kl. 13:19

Í august kemur mín debutskaldsøga Hevnd út – ein myrk og psykologisk søga skrivað av Petur

Mohr Reinert, ein nýggj rødd í føroyskum bókmentum, sum fer at gera vart við seg, við sínum

kompromisleysa málburði og ógvusligu søguskriving.

Søgan snýr seg um happing og hevnd. Hon gongur fyri seg umborð á einum íspunnum frystitrolara í

Sørvági og í Havn. Hóast søgan tekur støði í hesum staðarnøvnum, hevur hon onga tilknýting til

veruligar hendingar ella persónar. Alt er íspunnið. Tema er happing, sum fer av sporinum, og hvussu

tann happaði velur at hevna seg.

Hevnd er fyrsti partur í eini triologi, og lesarar skulu ikki bíða leingi eftir næsta parti.

Petur Mohr Reinert hevur áður skrivað nógv, men hetta er hansara fyrsta skaldsøga. Úrslitið er ein

søga, sum bæði er rá og rørandi, og sum setur spurningin: Er tað rætt at hevna seg?

Bókin verður givin út av nýstovnaða forlagnum Tyrpa, sum rithøvundurin sjálvur eigur.

Permumyndin er ein málningur eftir Helenu Dam. Tyrpa hevur greitt bókina til prentingar.

Bókin fæst í bókahandlunum og vanligu sølustøðunum kring landið, og hon verður eisini at fáa í

Føroyahúsinum á Vesterbrogade í Keypmannahavn.

Framløga og signering verður í Rit&Rák í SMS fríggjadagin 29. august kl. 17:00.

Og í Miðlalon í Vági leygardagin 30. august kl. 14:00.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta fer helst at tálma príshækkingum á bústøðum

21. august kl. 12:30

Fekk bæði bót og klipp fyri at koyra niðan hendan vegin

21. august kl. 07:52

Stjól fyri 7.500 krónur í einum handli

20. august kl. 09:37

Soleiðis sær Galaxy út - innan

21. august kl. 17:34

Nú er neyðugt at verða serliga varin tá ið farið verður eftir nátungum

11 tímar síðan

Stjól fyri nakrar túsund krónur

20. august kl. 07:44