Ongi úrslit

Nú verður stevna í Hoyvík fyri fólk í koyristóli

Kaj Leo Holm Johannesen setti hugskortið fram - og nú verður tað veruleiki
Áki Bertholdsen
6. november kl. 13:38

Nú verður ein heldur sermerkt stevna í Føroyum. Tað er ein stevna fyri fólk, sum sita í koyristóli.

Tað var fyrrverandi politikarin, Kaj Leo Holm Johannesen, sum setti hugskotið fram fyrr í summar.

Hann var sjálvur endaður í koyristóli av sjúku, og í sambandi stovnaði hann felagsskapin Koyristólar, skerdur førleiki.

Tá kunngjørdi hann eisini at hann ætlaði at skipa fyri eini slíkari stevnu, og nú er greitt, at stevnan verður seinast í hesum mánaðinum.

Tað er ítróttarfelagið, Parasport Føroyar, og felagið Koyristólar - skerdur førleiki, sum skipa fyri stevnuni og hon verður í Hoyvíkshøllini seinnapartin sunnudagin 23. novembur.

Tey siga, at tiltakið er ætlað børnum, ungum og vaksnum.
Og stevnan er bæði fyri tey, sum longu íðka ítrótt og fyri tey, sum ikki íðka ítrótt.

– Avvarðandi og onnur áhugað eru sjálvsagt eisini vælkomin siga fyrireikararnir.

Tey siga, at í høllini verður møguleiki at royna fleiri ítróttargreinar, bæði koyristólshondbólt, koyristólskurvabólt, boccia, koyristólsbadminton, framerunning, sum tað kallast, umframt hondsúkklu og serligar ítróttarkoyristólar.

Venjarar og íðkarar hjálpa til og svara spurningum siga tey.

– Hetta er eisini eitt gott høvi at møta øðrum í líknandi støðu, tosa saman og deila royndir – bæði um ítrótt og gerandislív sum koyristólsbrúkari, siga fyrireikararnir.

Tiltakið er ókeypis, men tey heita á fólk, sum hava hug at fara á stevnu, um at melda seg til.

– Øll eru vælkomin - eisini tey sum bara vilja hyggja at og fáa íblástur, siga fyrireikararnir.

Mest lisið hesa vikuna

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at leggja avgjald á tóm hús

26. november kl. 11:00

Grindedrabet som ingen lagde mærke til… indtil nu

25. november kl. 12:30

Fekk ljótar viðmerkingar um sína útsjónd

25. november kl. 21:40

Nú verður Suðuroyartunnilin aftur lagdur fyri Løgtingið - við broyttari vegaføring

25. november kl. 08:42

Suðuroyartunnilin – dirvi ella fíggjarligt óvarsemi?

22. november kl. 21:56

Sethúsaprísirnir eru framvegis á veg til Himmals

24. november kl. 12:47