Ongi úrslit

Nú verður øll Eiðis kommuna vetrarfriðað

Tilgongdin við at vetrarfriða Eiðis kommunu byrjaði í 2015, tá ið avtala varð gjørd við hagapartarnar Norður og Suðurhelvt á Eiði

eidi.fo
12 tímar síðan

Eiðis bygdaráð hevur samtykt fíggjarætlan fyri 2026. Samtykt varð m.a. at seta pening av til at vetrarfriða Ljósá.

Tilgongdin við at vetrarfriða Eiðis kommunu byrjaði í 2015, tá ið avtala varð gjørd við hagapartarnar Norður og Suðurhelvt á Eiði. Árið eftir bleiv hegnað og rulluportur sett upp, og harvið var Eiðis bygd vetrarfriðað.

Fýra ár eftir hetta, í 2020, var avgerð tikin um at vetrarfriða Svínáir. Tá varð sáttmáli gjørdur við hagapartin Svínáhaga sunnara part. Nú er so ein ætlan samtykt um at vetrarfriða Ljósá í 2026.

Við ársbyrjan 2026 er ætlanin at fara í samráðingar við avvarandi hagapartar. Gongst sum ætlað, verður Ljósá, og harvið allar bygdirnar í Eiðis kommunu, vetrarfriðaðar í 2026.

Komandi tíðina fara vit at vísa á ymsar íløguætlanir og raðfestingar hjá Eiðis kommunu fyri 2026, tit eru vælkomin at fylgja við á heimasíðu okkara, skrivar Eiðis kommuna á heimasíðu síni.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta er national skomm

5. desember kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Flytur úr Sambandsflokkinum og í Miðflokkin

5. desember kl. 17:36

Endaliga avgreitt á Løgtingi: Næsta ár fáa kvinnur í Føroyum fría fosturtøku

4. desember kl. 16:57