Ongi úrslit

Nú verður nøsin vend ímóti høllini

Tað verður av álvara talt niður í miðbýnum í Oslo, har tað er svart av føroyingum

Jonhard Hammer
16. januar kl. 18:19

Tað er av álvara EM fepur og hondbóltsfepur í miðbýnum í Oslo. Tað eru tríggir tímar, inntil fyrsta bríksl verður í Unity Arena í Forneby. Høllin er vestanfyri Oslo, og tað tekur umleið 40 minuttir at koyra úr miðbýnum í Oslo og út til høllina.

Í dag hava teir mongu føroyingarnir av álvara sett dám á miðbýin í Oslo. Flogførini hjá Atlantic komu í fyrradagin og í gjár, og í dag eru fýra flogfør komin úr Føroyum og til Oslo. Norrøna liggur nú við bryggju í Oslo, og tað eru ikki so fáir føroyingar komnir úr Keypmannhavn og úr Jyllandi og til Oslo.

Fyrsta bríksl í dystinum millum Føroyar og Sveis verður klokkan 19.30, og nú eru føroyingarnir farnir á veg út í høllina eftir, at tað í allan dag hevur verið upphiting ymsastaðni í býnum. Tað sirmar, og tað eru trý hitastig.

Mest lisið hesa vikuna

Ársins Brita 2026

8. mars kl. 19:39

Tá eg bleiv ríkari av Fólkaflokkinum, men vinkonan fátækari

4. mars kl. 09:45

Vil Sambandsflokkurin systematiskt velja børn frá?

Í gjár kl. 15:03

Barnakekk upp á 20.000 kr. – skattafrítt!

Í gjár kl. 07:49

Stefan gevst í Sarpugerði

7. mars kl. 19:36

Búskaparráðið eigur at verða avtikið?

Í gjár kl. 10:16