Ongi úrslit

Nú verður jarðhiti í skúlanum í Søldarfirði

Seinastu fýra árini hevur oljurokningin fyri Søldarfjarðar skúla ligið ímillum 100 og 133 túsund krónur árliga

runavik.fo
16. sepember kl. 16:28

Runavíkar kommuna hevur hesi seinastu árini lagt seg eftir at hvessa sær grøna profilin á orkuøkinum. Í dag skrivaðu umboð fyri Leitisstein og borgarstjórin, fyri ávikavíst Pf. Leitisstein og Runavíkar kommunu, undir avtalu um at skipa so fyri, at skúlin í Søldarfirði frameftir verður hitaður við jarðhita.

Skúli verður ikki hildin í bygninginum longur, ístaðin virkar hann í dag sum vøggustova og miðstøð hjá Taekwondo-ítróttini.

Avtalan, sum partarnir hava undirritað í dag, ber við sær, at trý jarðhol skulu borast. Hartil kemur grevstur, tyrving og asfaltering. Niðurtøka og burturbeining av skorsteini og oljutanga. Niðurtøka av gomlu hitaskipanini og gjøgnumskoling av sentralhitaskipanini. 36kw hitapumpa við 1000L buffaratanga, 30 kw el-patrón og tilfar. Arbeiðsløn HVS – prosjektleiðsla og samskipan og tilfar og arbeiðsløn EL. Kostnaðurin fyri alt arbeiðið liggur nakað omanfyri 9 hundrað túsund krónur.

Seinastu fýra árini hevur oljurokningin fyri Søldarfjarðar skúla ligið ímillum 100 og 133 túsund krónur árliga. Annars er bygningurin umvældur í stigum hesi seinastu árini, og enn er nakað eftir at gera, áðrenn komið er á mál.

Viðvíkjandi grønum loysnum kann nevnast, at nú svimjihøllin verður tikin í nýtslu seinri í ár, verður hon saman við restini av Bylgjuni hita upp við jarðhita frá 30 holum, størsta jarðhitaskipan í Føroyum higartil. Skúlin á Glyvrum og býráðssalurin í grannalagnum verða eisini hitaðir upp við jarðhiti úr heitu kelduni, sum Jarðfeingi og Runavíkar kommunu í felag rendu seg í einari felags verkætlan. Keldan er har á leið sum Glyvra Bio einaferð stóð.

 

ES: Ejin Olsen tók myndina.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14

Funnu bløðandi mann uttan vit – leita eftir vitnum

13. oktober kl. 08:46