Ongi úrslit

Nú verður dýrari at roykja og at snúsa

Áki Bertholdsen
30. sepember kl. 10:19

Landsstýrið fer nú at hækka avgjøldini á tubbakki og á snúsi. Í morgun hevur Landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um tað.

Landsstýrið sigur, at hetta fer at geva landskassanum slakar 28 milliónir meiri í inntøkum um árið - um so er, at nýtslan framvegis verður tað sama.

Hinvegin er endamálið at minka um nýtsluna, og so minkar inntøkan hjá landskassanum samsvarandi.

Landsstýrið vísir á hvussu skaðiligt tað er at roykja og snúsa, men skal tað eydnast at tálma nýtsluni, er tað einki sum ger størri mun enn at hækka prísin, og at avmarka møguleikarnar at fáa fatur á tí.

Hetta er eisini eitt tilmæli í krabbameinsætlanini.

Landsstýrið sigur, at verður prísurin hækkaður, ber til at forða fyri at børn og ung yvirhøvur fara at roykja ella at snúsa.

Endamálið hjá landsstýrinum er eisini, at børn, sum eru fødd í 2015 ella seinni, skulu verða tubbaksfrí og nikotinfrí.

Men tað ber eisini til at tálma nýtsluni sum heild.

Og tað er tiltrongt, tí ein kanning hjá Heilsustýrinum í 2023, vísti, at 29 prosent av monnunum í aldrinum 18–24 ár, og 19 prosent av monnunum í aldrinum 25–34 ár, snúsa dagliga.

Hinvegin eru tað eisini 17 prosent av kvinnunum í aldrinum 18–24 ár, sum snúsa dagliga.

– Av tí at ein so stórur partur av ungum fólki snúsar, er umráðandi at forða fyri, at børn og ung fara at snúsa, ella brúka aðrar tubbaksvørur og nikotinvørur, sigur landsstýrið.

Landsstýrið sigur, at sostatt hækkar avgjaldið 20 krónur fyri hvørja snúsdós og seks krónur fyri hvønn pakka av sigarettum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

12. oktober kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

12. oktober kl. 09:14