Ongi úrslit

Nú verður bíligari hjá nógvum at leiga sær ein bústað

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Nú fer tað at vera bíligari hjá nógvum at leiga sær ein bústað. Nú fer Margit Stórá, landsstýriskvinna, nevniliga at leggja uppskot fyri Løgtingið um at lata leigustuðul til tey, sum leiga, og sum ikki hava so høgar inntøkur.

Leigustuðulin verður 20 prosent av inntøkuni, men hann kann kortini, í mesta lagi, verða 1.500 krónur um mánaðin.

Tað merkir, at tey, sum leiga fyri 7.500 krónur um mánaðin, ella minni, fáa 1.500 krónur av leiguni aftur í stuðuli.

Men leigustuðulin verður settur eftir inntøkuni - og tá ið tað kemur hartil, at leigustuðulin fer niður um 300 krónur um mánaðin, fellur hann hann heilt burtur.

Sí talvurnar aftast í greinini, har tvey dømi eru um, hvussu stórur leigustuðulin verður, alt eftir, hvussu góð inntøkan er.

Inntøkan verður roknað eftir, hvussu nógv tey vaksnu í familjuni, tjena. Men her verða bara tey, sum eru yvir 23 ár, tald upp í. Tað merkir, at inntøka hjá heimabúgvandi børnum undir 23 ár, verður ikki tald upp í.

Hjá einum støkum leigara dettur leigustuðulin burtur, tá ið inntøkan fer upp um 638.000 krónur. Hjá húskjum við tveimum, ella fleiri vaksnum, dettur leigustuðulin burtur, tá ið inntøkan fer upp um 788.000 krónur tilsamans.

Allar upphæddirnar verða hækkaðar automatiskt á sama hátt sum almannaveitingar verða hækkaðar eftir prísgongdini í samfelagnum.

Leigustuðulin ávirkar heldur ikki rættin til aðrar almannaveitingar.

Margit Stórá sigur, at tað er ikki rætt, at tey, sum eiga ein bústað, fáa stuðul úr landskassanum, nevniliga rentustuðul, men tey, sum leiga, fáa einki.

Tað er ein sosialur ójavni í samfelagnum, og tað er hendan ójavnan, endamálið er at bøta um.

Hon sigur, at við hesum vil samgongan bøta um fíggjarligu korini hjá húskjum við lág- og miðal inntøkum.

Ein partur av teimum, sum búgva í leigubústaði, eru einstaklingar og familjur, sum hava so lágar inntøkur, at tey fáa ikki lán til at ogna sær ein bústað, sigur landsstýriskvinnan.

Nógvar av hesum familjum rinda eina so høga húsaleigu, at tað ikki ber ikki til at spara saman til at keypa ein bústað seinni, sigur Margit Stórá.

Leigustuðulin fer at geva hesum familjum eitt størri fíggjarligt rásarúm og harvið lætta um gerandisdagin, leggur hon afturat.

Hon sigur eisini, at støðan á bústaðarmarknaðinum er ein forðing fyri, at føroyingar í útlegd flyta aftur til Føroyar, og tað kann hesin leigustuðulin eisini bøta um.

Talvan vísir, at fer inntøkan hjá einum støkum leigara upp um 350.000 krónur um árið, byrjar leigustuðulin at minka so líðandi.

Og fer leigan hjá hjá tveimum, ella fleiri, vaksnum í einum leigubústaði, upp um 500.000 fer leigustuðulin at minka so líðandi

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Í besta lagi verður Elias jokari

9. januar kl. 18:34

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50