Ongi úrslit

Nú verður almenn hoyring um mannarættindi í Føroyum

Skipað verður fyri hoyringsfundinum, tí Føroyar saman við Danmark og Grønlandi síðst í januar lata Sameindu tjóðum ta fjórðu frágreiðingina um yvirskipaðu mannarættindastøðuna í Føroyum

Uttanríkis- og mentamálaráðið
6 tímar síðan

Hósdagin 22. januar kl. 15.00 skipar Uttanríkis- og mentamálaráðið fyri almennum hoyringsfundi um mannarættindi. Endamálið við hoyringini er, at áhugafelagsskapir og almenningurin fáa høvi at siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í Føroyum.

Skipað verður fyri hoyringsfundinum, tí Føroyar saman við Danmark og Grønlandi síðst í januar lata Sameindu tjóðum ta fjórðu frágreiðingina um yvirskipaðu mannarættindastøðuna í Føroyum. Hetta er tann sokallaða UPR (Universal Periodic Review) frágreiðingin hjá danska kongsríkinum, sum føroyska frágreiðingin er partur av.

UPR er ein tilgongd, har Mannarættindaráð Sameindu tjóða (United Nations Human Rights Council) kannar mannarættindastøðuna í limalondunum og varpar ljós á tey viðurskifti, ið londini kundu bøtt um. Endamálið er at royna at virka fyri, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindini, bæði í lóg og í verki. Sum liður í hesi tilgongd skulu ST-limalond lata Mannarættindaráðnum frágreiðing um mannarættindastøðuna í landinum umleið fimta hvørt ár. Í mun til aðrar frágreiðingar til ST, sum taka útgangsstøði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, fevnir hendan frágreiðingin um allar ST-mannarættindasáttmálarnar.

Ein partur av tilgongdini at skriva føroysku frágreiðingina er at hava ein almennan hoyringsfund, har borgarar og áhugafelagsskapir fáa høvi at koma við egnari meting av mannarættindastøðuni í Føroyum.

Skráin fyri fundin verður hendan:

Vælkomin

  • Uttanríkistænastan bjóðar vælkomin.

  • Landsstýriskvinnan í uttanríkis- og mentamálum, Sirið Stenberg, heldur røðu.

Framløgur

  • Amnesty International Føroyar greiðir frá mannarættindastøðuni í heiminum, hvussu felagsskapurin arbeiðir og metir um mannarættindastøðuna í Føroyum.

  • MEGD greiðir frá, hvussu Brekrættindasáttmálin kann nýtast sum amboð til at styrkja vælferðarsamfelagið, og hvussu munagott samstarv kann vera við til at fremja rættindi í verki.

  • Nýggja Brekumboðið greiðir frá um sínar ætlanir og raðfestingar í mun til rættindi hjá persónum, ið bera brek.

Stuttur steðgur

Framløga og hoyring

  • Barnabati greiðir frá arbeiðinum í mun til Barnarættindasáttmálan.

  • Orðið er frítt hjá áhugafelagsskapum og almenninginum at siga sína hugsan um mannarættindastøðuna í Føroyum.

Almenni hoyringsfundurin verður á Hotel Hilton hósdagin 22. januar kl. 15.00-17.30. Atgongd er fyri koyristól. Er tørvur á teknmáls- ella skrivitulki, eru fólk vælkomin at venda sær til Duritu L. Jóansdóttir á [email protected] og tel. 551008.

Kunning um Føroyar og mannarættindi sæst á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum her.

Kunning um UPR tilgongdina sæst á heimasíðuni hjá Mannarættindaráðnum í ST her.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hetta hevði Eyðdis ikki roknað við

11. januar kl. 20:36

Landsstýrið avmarkar nú møguleikarnar at leiga út til ferðafólk

13. januar kl. 12:25

Hann væntar at løgtingsval verður um einar tveir mánaðir

12. januar kl. 11:08

Sendimaðurin við til nýggjárskur

10. januar kl. 19:11

Myndir: Lív í umborð

Í gjár kl. 19:20

Tann dømda er úr Klaksvík

13. januar kl. 00:50