Ongi úrslit

Nú verða nakrar grundleggjandi vørur mvg-fríar

Áki Bertholdsen
30. sepember kl. 09:48

Nú hevur Landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka mvg á ymsum vørum. Endamálið er at gera tað bíligari at liva - serliga hjá barnafamiljum.

Sostatt verður mvg nú strikað á eplum, frukt, grønmeti - eisini frystum grønmeti - og blæum til børn.

Landsstýrið sigur, at hetta fer at kosta landskassanum einar 22 milliónir um árið.

Uppskotið verður fíggjað - í hvussu so er partvís - við at hækka mvg á leigubilum, tá ið teir verð seldir.

Tá ið ein leigubilur verður seldur, kann ein stórur partur av mvg dragast frá. Men nú skal søla av leigubilum javntsetast við alla aðra sølu av brúktum bilum, og sostatt verður mvg frádrátturin strikaður.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

18 tímar síðan

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

Í gjár kl. 09:07

Statslán til Suðuroyartunnilin er sunnur fornuftur

14. november kl. 14:03

Minningarorð um Helga Olsen í Rituvík

11. november kl. 12:41

Útselt á sjálvum upplatingardegnum

11. november kl. 21:00