Nú vaks talið á nýføðingum aftur

Eftir at burðatalið er lækka í fleiri ár, hækkaði tað aftur eitt vet í fjør

Áki Bertholdsen
9. januar 2025 kl. 14:40

Í fjør vórðu 591 børn fødd í Føroyum. Sostatt er burðatalið kvinkað upp aftir aftur, eftir at tað er lækkað í fleiri ár á rað. Sostatt vórðu 17 nýføðingar fleiri í fjør enn í 2023.

– Tað er ein lítil, men sera týdningarmikil øking, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Somuleiðis eru fleiri børn á veg í ár. Væntandi verða eini 200 børn fødd fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Hetta er ein góð gongd, sum vónandi fer at halda fram, sigur landsstýriskvinnan.

– Hvørt einasta nýfødda barn er partur av einum nýggjum ættarliði. Nýføðingurin ber við sær vón fyri framtíðina og hevur týdning, bæði fyri einstøku familjuna, og alt samfelagiðm, sigur Súsanna Bertholdsen.

– Vit eiga at fegnast um hesa gongd, og samstundis eiga vit framhaldandi seta neyðug tiltøk í verk fyri at vøksturin heldur fram, sigur hon.

– Tað er ikki bara ábyrgdin hjá tí einstaka, men eisini ein felags ábyrgd hjá samfelagnum at skapa góðar karmar fyri lívið og framtíðina, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.

Men hóast burðatalið aftur er kvinkað uppeftir, er tað kortini framvegis rættiliga nógv lægri enn tað var í teimum góðu árunum. Eitt nú vóru stívliga 680 børn fødd í 2021, ella eini 90 børn fleiri enn í fjør.

 Talvan vísir burðatølini seinastu 11 árini

Annars er burðatalið lækkað nógv hesi seinastu árini og í 2023 fór føðitíttleikin fyri fyrstu ferð niðurum tvey børn fyri hvørja kvinnu í barnsburðaraldri.

Í nógv ár hevur føðitíttleikin í Føroyum annars verið serstakliga høgur samanborið við onnur lond, men nú líkist føðitíttleikin í Føroyum gongdini í øðrum londum í Evropa.

Hendan gongdin fingið myndugleikarnar at seta tiltøk í verk fyri at barnafamiljur, og ung, skuldi fáa betri umstøður. Eitt nú er barsilsskipanin gjørd betri.

– Tí er tað eitt gott tekin, at burðatalið nú kvinkar upp eftir. Tað er ein áminning um, at smáar broytingar kunnu hava stóran týdning, og at vit eiga at halda fram at skapa góðar karmar fyri barnafamiljur, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.

At fleiri børn verða fødd, bendir á, at vón er um framtíðina, og at fólk hava álit á gongdini í samfelagnum, heldur hon.