Ongi úrslit

Nú tekur Framsókn undir við fríari fosturtøku - men ikki fyrr enn eftir næsta løgtingsval

Nógvir veljarar eru vónbrotnir av okkum og málið um fosturtøku hevur skatt flokkin, sigur forkvinnan

Ruth Vang er forkvinna í Framsókn. Nú er politikkurin hjá flokkinum í fosturtøkumálinum skorin út í papp
Áki Bertholdsen
2. apríl kl. 15:11

Málið um fosturtøku hevur skatt álitið á Framsókn. Tað segði Ruth Vang, forkvinna í Framsókn á ársfundinum hjá flokkinum nú um vikuskiftið.

Tað, hon hugsar um, er, at í fjør legði Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, eitt uppskot fyri Løgtingið um fría fosturtøku til 12. viku

Men har hendi tað, at ein meirilutin av tingbólkunum hjá Framsókn feldi málið. Tað var nevniliga bara Karlot Heirgeirsson, sum atkvøddu fyri, tí bæði Hanna Jensen og Sólvit E. Nolsø atkvøddu ímóti - og tað gjørdi, at málið fall.

Hetta var serliga merkisvert, tí hetta var eitt uppskot, teirra egni landsstýrismaður, Bjarni Kárason Petersen, hevði lagt fyri Løgtingið.

– Hetta er eitt uppskot, sum er í samsvari við tað, vit hava sagt okkum at standa fyri hesi seinastu tvey løgtingsvalini, sigur Ruth Vang.

– Vit hava skuffað nógvar veljarar og tað hevur skatt álitið á flokkin. leggur hon afturat.

– Vit mugu staðfesta, at arbeiði innanfloks og tær royndir at finna semju um málið hevur ikki verið nóg væl grundað, sigur forkvinnan.

– Heldur ikki eru nóg greiðar avtalur gjørdar við tey valevni, sum frammanundan hava gjørt vart við sítt fyrivarni í júst hesum máli, leggur hon afturat.

Men hon sigur, at hetta er eisini eitt mál, tey hava viðgjørt innanfloks.  Men tað hevur ikki broytt nakað av týdningi og tað hevur heldur ikki eydnast at finna semju í Framsókn um fosturtøkumálið - og tí verður tað heldur ikki lagt fram aftur í hesum valskeiðnum.

Nevndin hevur tikið avleiðingina av tí, og tað er nú orðaður ein politikkur, sum nágreinar hvat flokkurin stendur fyri.

Sostatt hava bæði valevni, og veljarar, nakað meiri ítøkiligt at halda seg til frá komandi løgtingsvali sigur forkvinnan.

Samstundis tryggjar flokkurin at tað er samsvar ímillum fatanina hjá valevnum og veljarum.

Sostatt er tað nú almenni politikkurin hjá Framsókn, at vit skulu hava fría fosturtøku til 12. viku.

Men annars sigur flokkurin, at ein nýggj fosturtøkulóg skal viðurkenna, at fosturtøkuspurningurin er ein etisk tvístøða millum sjálvsavgerðarrættin hjá kvinnuni og rættin til lív hjá fostrinum.

Framsókn vil, at lógin skal virka tálmandi á tann hátt, at kvinnan skal hava í boði neyðuga ráðgeving, sum skal tryggja, at avgerðin um fosturtøku fer fram á upplýstum grundarlag, er umhugsað og sjálvboðin.

– Vit síggja fyri okkum, at tað fyrst og fremst er kommunulæknin, sum metir um, í hvønn mun ráðgeving er neyðug.

– Lóggáva og sosialar skipanir skulu virka soleiðis, at sosialar umstøður v.m. í minst møguligan mun ávirka fosturtøkutalið, sigur Framsókn.

– Hetta málið skapar órógv og vekir sterkar kenslur í øllum framsóknarhópinum, ikki minst hjá okkum sum eru virkin í landspolitikkinum.

– Eg haldi tó, at eg, vegna okkum fimm í ting- og landsstýrismanningini kann siga, at vit eru samd um, at hetta í minst møguligan mun skal órógva okkum í arbeiðinum við øðrum málum sum hava stóran týdning, sigur Ruth Vang.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

Í gjár kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Peningurin er læstur fastur

23. juli kl. 13:04

Ken er givin í Vágum

23. juli kl. 14:40

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48