Tá klokkan verður 01.00 í nátt, er hon í veruleikanum 02.00. Tí eins og havamøblarnir vera settir fram um summarið, so verður klokkan eisini. Tað er ein fínur máti at minnast, um klokkan skal setast fram ella aftur um summarið.
Vit fáa tí ein tíma minni at sova í, men afturfyri gerast kvølduni ljósari.
ES-reglur diktera, at summartíðin altíð byrjar seinasta sunnudag í mars og endar seinasta sunnudag í oktober.
Summartíðin í ár endar sostatt tann 25. oktobur.