Ongi úrslit

Nú sleppa vit sjálvi at bestemma - fyri tað mesta

Nú verða tað føroyskir myndugleikar sum gera av, hvørjir útlendingar sleppa til Føroyar at vera - í flestu førum

Áki Bertholdsen
3. sepember 2024 kl. 09:44

Nú verður tað Útlendingastovan í Føroyum, sum skal taka støðu til, hvørjir útlendingr skulu sleppa til Føroyar at vera.

Tað varð veruleiki sunnudagin 1. septembur, tá ið tað mesta av útlendingamálunum vórðu yvirtikin frá dønum.

Annars hava tað verið danskir myndugleikar, sum hava átt avgerðina, men nú verða tey allarflestu málini viðgjørd í Føroyum.

Hetta merkir, at allar umsóknir um fyribils, og varandi, uppihaldsloyvi og arbeiðsloyvi, skulu sendast til Útlendingastovuna. Hetta eru eisini mál um familjusameining, arbeiði - eisini ítróttarfólk, umframt sjálvstøðugt vinnurekandi, lesandi, starvsnæmingar, granskarar, trúboðarar, og teirra familjur, og eisini pair-umsóknir.

Framvegis verða tó mál um visum, friðskjól, útvísing og ríkisborgararætt ikki avgreidd av føroyskum myndugleikum. Í slíkum førum kunnu danskir útlendingamyndugleikar enn veita neyðuga vegleiðing og ráðgeving. Landsstýrið sigur, at nú verður tað Udlændingenævnet í Danmark, sum verður kærumyndugleiki.

Mest lisið hesa vikuna

Ein ungur maður vildi gera av við seg

27. juli kl. 08:40

Gundadalur fingið eitt skot fyri bógvin.

24. juli kl. 15:05

Vilja koyra Framsókn úr Samgonguni - og fáa Miðflokkin upp í

25. juli kl. 17:15

Hvat svaraði amerikanski læknin John Johannesen uppá spurningarnar um gíslarnar í Gaza?

26. juli kl. 00:48

Sera lítið skil á

Í gjár kl. 10:30

Manningarfeløg lýsa tænastubann á Galaxy

25. juli kl. 15:26