Ongi úrslit

Nú sleppa vágbingar aftur at koyra báðar vegir

Áki Bertholdsen
3. sepember kl. 08:57

Hesi seinastu árini hevur tað bara verið lov at koyra út eftir Toftavegi.

Vegurin er einsporaður fyri tað allarmesta, og tí var vegurin gjørdu einsrættaður út eftir fyri fleiri árum síðani.

Men tað hevur elvt til trupulleikar, serliga hjá teimum, sum búgva vestarliga, tí tey síggja bara eitt lítið strekkið út eftir og stendur ein oljubilur, ein skrellibilur, ella ein annar lastbilur har tá ið tey fara av húsum, fáa tey ikki gjørt annað enn at bíða, tí tey fáa ikki bakka aftur.

Men nú hevur Vágs Býráð samtykt, at tað aftur skal vera loyvt at koyra báðar vegir eftir Toftavegi.

Erhard Joensen, býráðslimur, formaður í Teknisku- og umhvørvisnevndini sigur, at hóast Toftavegur, fyri tað mesta, er smalur, er hann blivin parkeringspláss hjá teimum, sum búgva har, og tað var ikki ætlanin.

Hann rør framundir, at fer tað at elva til trupulleikar, at bilar kunnu koyra báðar vegir, er tað ein loysn at áseta parkeringsforboð og steðgiforboð á ávísum strekkjum fyri at fáa ferðsluna at glíða.

Samstundi heldur hann, at býráðið skal heita á tey, sum búgva á Toftavegi um at gera sær parkeringspláss inni á stykkinum, har tað ber til, so at tað ikki er neyðugt at hava bilin standandi á vegnum.

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

10. oktober kl. 13:15

Tá luksus verður normalt, og ein bústaður verður luksus

Í gjár kl. 16:56

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

9. oktober kl. 17:21

Hanus G. Johansen er farin um sýn

11. oktober kl. 15:20

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15

Fór á sjúkrahús eftir ógvusligt ferðsluóhapp í Vestmanna

Í gjár kl. 09:14