Ongi úrslit

Nú skulu vit seta punktum fyri málinum um Suðuroyartunilin

Áki Bertholdsen
15. desember kl. 14:34

Nú eiga vit í Løgtinginum seta punktum fyri málinum um Suðuroyartunnilin.

Tað heldur Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin.

Í dag viðgerð Løgtingið uppkotið frá løgmanni um at projektera ein Suðuroyartunnil og at bjóða arbeiðið út fyri at vita, hvat tað kostar.

Og nú heldur Jacob Vestergaard at málið er kannað so leingi og so væl, at nú eigur Løgtingið at seta punktum fyri málinum og at samtykkja tað.

Bæði Bjarni Hammer, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, Erhard Joensen fyri Sambandsflokkin, Jacob Vestergaard fyri Fólkaflokkin og Dennis Holm fyri Tjóðveldi, hava greitt frá, hví tað hevur alstóran týdning at vit fáa tunnilin.

Mótstøðan ímóti ætlanunum er stór, eisini í Løgtinginum, og ikki minst er mótstøðan á Sandi stór, tí tey vilja ikki góðtaka, at vegur verður gjørdur ígjøgnum Sand, hvørki vestan fyri, ella eystan fyri vatnið.

Tey siga, at tað fer at fáa ov stórar avleiðingar fyri landbúnaðin, fyri vátlendi, fyri fuglalív, firvaldar og plantulív.

Jacob Vestergaard sigur, at Sandoyggin er ikki so serstøk, at. tað ikki ber til at gera veg har. Tað ber til alla aðrastaðni og tað ber eisini til á Sandi.

Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn, heldur, at Tunnilsfelagið eigur at halda seg til upprunaligu ætlanina at brúka verandi vegir og at leggja nýggjan veg uttan um Sandsbygd.

Hann heldur at tað er ein betri loysn enn at leggja ein nýggjan veg ígjøgnum at kalla órørt lendi eystanfyri vatnið, sum er tann loysnin, sum nú liggur fyri.

Hann heldur, at tað var betri at tey bara søgdu sum er, at tey eru ímóti tunlinum, men at tey bara brúka veltur og fuglalív sum undanførðslu.

Jacob Vestergaard undrast eisini á, at umhvørvisfelagsskapir bara stúra fyri náttúruni á Sandi, men tey taka tað at kalla ikki upp á tunguna, at inntrivið í náttúruna í Hvalba er nógvar ferðir størri.

Teir undrast eisini á kostnyttu kanningarnar, tí har verður ikki lagt upp fyri tí menniskjansliga partinum yvirhøvur, nevniliga teir hundraðtúsundtals tímarnar, sum fara til spillis í bíðitíð tí at ferðasambandið er so vánaligt.

Mest lisið hesa vikuna

Vilja gera muslimskan depil í Føroyum

17. desember kl. 10:30

Ágangurin var so stórur at vit máttu sletta nøvnini

17. desember kl. 16:27

Minningarorð: Kristina 1961-2025

19. desember kl. 16:14

Vit vóru noydd at siga nei

18. desember kl. 12:19

Eg lati ikki ein tekniskan feil steðga mær

21. desember kl. 14:37

Eitt demokrati í kreppu

20. desember kl. 18:48