Myndugleikarnir hava leingi ført fram, at tað er neyðugt at fáa yvirlit yvir, hvussu nógvur fuglur verður veiddur í Føroyum.
Og nú er eitt stig tikið í tí sambandi, tí frá fyrsta januar skulu øll, sum veiða fugl, boða frá tí hjá Havstovuni so at veiðan kann verða skrásett.
Og tað er rætt og slætt øll fuglaveiða, sum skal fráboðast og skrásetast. Og tað skal eisini upplýsast um fuglurin er veiddur við byrsu ella um hann er fleygaður, ella um hann er tikin á annan hátt.
Somuleiðis skal boðast frá tá ið farið verður í bakkan eftir eggum.
Talan er bæði um fuglasløg, sum vanliga verða veidd, bæði lomviga, lunda, líra, álku, havhesti, skarvi, súlu og grágás.
Men eisini veiðan eftir fugli, vit vanliga ikki veiða, skal skrásetast, , altso veiðan eftir kráku, ravni, skúgvi, svartbaki, likku, ritu, fiskimása, láturmása, skatumása, lítlum valmása, heygamása, hattarmása, dvørgmása, høvðusvørtum mása, ísmása, brandmása, ternumása og fransaternu.
Hvørja ferð, fuglur verður veiddur, og egg verða rænd, skal tað boðast frá til Havstovuna.
Tá ið veiða verður fráboðað, skal tað viðmerkast, hvar fuglurin er veiddur, og nær hann er veiddur.
Tað skal eisini upplýsast, hvussu nógv veiðifólk við byrsu vóru við, og hvussu nógvir fuglar eru veiddir - og hvørji fuglasløg talan er um.
Men boðast skal eisini frá tá ið fuglur verður fleygaður og egg verða rænd, umframt hvussu nógv fólk vóru við á veiðiferðini.