Ongi úrslit

Nú skuldi nærkast at Smyril kemur aftur

Áki Bertholdsen
16 tímar síðan

Nú skuldi nærkast, at Smyril loysir úr Munkebo, har hann hevur verið í dokk í sjey vikur.

Og tað munnu tað vera nógv, sum gleða seg til, tí tað eru neyvan fleiri meingar um, at hendan seinasta tíðin hevur verið serliga avbjóðandi á suðuroyarleiðini við øllum avlýsingunum.

– Vit á Strandferðsluni eru líka hørm um støðuna, sum allir suðuroyingar eru, sigur Niels Juel Arge, stjóri, í eini viðmerking nú seinnapartin fríggjadagin.

Men hann leggur afturat tíverri var støðan tann, at Galaxy var einasta skip av hesi støddini, ið tað yvirhøvur bar til at fáa, nú Smyril fór í dokk.

Hann hevur ikki kunnað sett nakran ávísan dag á, nær ið Smyril kemur aftur, tí tað er nærum ógjørligt at siga við vissu, áðrenn alt er liðugt.

Tað merkir, at Smyril loysir ikki úr Danmark fyrr enn allar skipanir eru royndar, trýst er sett á motorarnar og klassin hevur góðkent alt.

Tað arbeiðið er ikki liðugt, tí enn verða royndir gjørdar og samstundis skal port state control gerast, áðrenn hann loysur aftur.

Port State Control er ein altjóða myndugleiki, sum hevur eftirlit við um skip, sum skal sigla millum lond, lúka allar treytir til trygd, umhvørvi og so framvegis.

Men hann sigur kortini so mikið, at nú heldur hann seg síggja ljósið fyri endan av tunlinum og hann vónar ikki, at tað verður nógvir dagar afturat áðrenn Smyril loysir.

Men Niels Juel Arge leggur afturat, at nú sær Smyril serstakliga gott út og skuldi verið framtíðartryggjaður nógv ár fram í tíðina við nýggjum hjálpimotorum og síðurskrúvurm aftan. Tað ger, at ristingarnar verða nógv minni og tað verður lættari hjá teimum á brúnni at manøvrera við skipinum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Fólk hava sakna hesar viðgerðirnar í Føroyum

18 tímar síðan

Royna av øllum alvi at fáa Smyril aftur í sigling um vikukiftið

6. oktober kl. 11:24

Hekkuportrið kundi havt kostað hundraðtals lív

Í gjár kl. 17:21

Stóð við opnum munni og polyppum

4. oktober kl. 20:45

Sær út til at vera tilætlað svik

6. oktober kl. 17:40

EFTIRLÝSING!

7. oktober kl. 22:15