Ongi úrslit

Nú skal landsstýrismaðurin svara spurningum um Galaxy

Løgtingsmaður vil hava at vita hvussu tað endaði við Galaxy á suðuroyarsiglingini

Áki Bertholdsen
3. sepember kl. 10:55

Hvussu ber tað til, at tað endaði við, at tað er Galaxy, sum er avloysaraskip fyri Smyril, nú hann er farin í dokk.

Tað vil Hans Jacob Thomsen løgtingsmaður, fyri Javnaraflokkin, hava Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, at greiða bæði Løgtinginum, og almenninginum, frá.

Hann vil eisini hava at vita, hvat tað, í roynd og veru, kostar Strandferðsluni, at leiga Galaxy hesar 8 - 10 vikurnar,  Smyril er burtur.

Hans Jacob Thomsen vil eisini hava at vita frá landsstýrinum, nær leigusáttmálin um Galaxy varð skrivaður undir, og um eingin onnur ferja, ið lýkur krøvini til at avloysa Smyril, var tøk at leiga.

Sjálvur staðfestir Hans Jacob Thomsen, at ferðasambandið til Suðuroynna er ikki nøktandi, nú Smyril er í dokk, og Galaxy røkir suðuroyarleiðina.

Eitt nú er talið á ferðafólki avmarkað, og tað elvir til stórar trupulleikar, ikki bara fyri suðuroyingar, men fyri øll, ið hava tørv á at brúka leiðina.

– Tað er ongin loyna, at fólk eru ónøgd, og seta spurningar við, hvussu vit - aftur nú - eru endað við einari loysn, ið ikki er nøktandi.

– Fólk seta spurnartekin við, um tað kann vera rætt, at ongin onnur ferja, ið kann røkja leiðina nøktandi, er at finna nakrastaðni sigur løgtingsmaðurin.

Hann sigur, at fólk spyrja eisini um Strandferðslan hevur brúkt nóg nógva orku til at finna rætta avloysaraskipið - ella um tað,  í roynd og veru, er ein spurningur um eina fíggjarliga raðfesting, sum ger, at tað er Galaxy, sum er útvegað at sigla fyri Smyril.

Landsstýrismaðurin skal svara spurningunum í seinasta lagi 15. septembur.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39