Ongi úrslit

Nú resta tað bara tríggjar tjóðir

Tá ið Føroyar hava spælt ímóti Kroatia vera tað bera tríggjar europeiskar fótbóltstjóðir, sum Føroyar ikki hava spælt ímóti

Jóannes Hansen
5. sepember kl. 17:44

Klokkan 19.45 fer estlendski dómarin Kristo Tohver at bríksla fyri fyrstu ferð á Tórsvølli, har tað verður fullsett.

Hetta er fyrsta ferðin yvirhøvur, at Føroyar og Kroatia hittast í fótbóltslandsdysti. Umframt Kroatia eru tað tríggjar aðrar europeiskar fótbóltstjóðir, sum Føroyar ongantíð hava spælt ímóti. Tær eru Bulgaria, Hvítarussland og Ongland, sum føroyskir fjepparar droyma um, at Føroyar skulu bólkast við. Næsti møguleikin at fáa Ongland og Harry Kane og hinar eingilsku heimsstjørnurnar í bólk saman við Føroyum verður í Nations League kappingini, sum verður í 2026.

Fyri ein av føroysku spælarunum er dysturin í kvøld serligur á tann hátt, at hetta verður 50. ferðin, at hann verður á landsliðnum. Tað er Gunnar Vatnhamar, sum nú umboðar Víking Reykjavík, og sum í landsliðshøpi eisini hevur spælt við Víkingi í Eysturkommunu.

30 ára gamli Gunnar Vatnhamar hevur verið fastur maður á landsliðnum síðani í 2018. Fyrsta royndin hjá honum á landsliðnum var 22. mars í 2018, tá ið Føroyar undir venjingarlegu í Spania og við Lars Olsen við stýrisvølin spældu ímóti Lettlandi.

Úrslitið var 1-1, og tað var Atli Gregersen, ið nú er hjálparvenjari, sum í 26. minutti legði føroyar á odda 1-0. Tveir minuttir undan leikloki avloysti Gunnar Vatnhamar Brand Hendriksson Olsen. Á listanum í kvøld eru tað teir báðir og so Jóan Símun Edmundsson og Odmar Færø, sum eisini vóru við ta ferðina fyri meiri enn fimm árum síðani.

Gunnar Vatnhamar er 26. føroyski spælarin, sum røkkur 50 landsdystum.

Landsliðsmetið eigur Fróði Benjaminsen við 95 dystum. Um Jóan Símun Edmundsson verður á vøllinum í kvøld, so verður tað 95. ferðin, at hann fer at umboða føðilandið.   

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Er meldaður fyri blúnisbrot

Í gjár kl. 20:03

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39