Ongi úrslit

Nú hvørvur umstríddi ælabogavegurin í Gundadali

Áki Bertholdsen
5. sepember kl. 16:45

Nú hvørvur illa umstrídda ælaboga-strekkið í Gundadali, Tað boðar Tórshavnar býráð nú frá.

Hetta vegastrekkið fram við Gundadalshøllini varð málað í ætlabogalitum upp undir Pride- skrúðgonguna beint fyri ólavsøku.

Men tað hava verið nógv, sum hava havt ilt av tí, fleiri ferðir er herverk gjørt á vegastrekkið.

Elsa Berg, borgarstjóri segði í sambandi við herverkið, at tað bara taðfesti týdningin av ælabogavegnum.

Tí skuldu »vøkru ælabogalitirnir«, sum hon orðaði seg, málast yvir herverkið, staðfesti hon.

– Tórshavnar kommuna er nevniliga fyri øll, og her er rúm fyri ymiskleika, legði hon afturat.

Men nú hvørvur ælabogavegurin, og tað er tí, at Sev skal grava strekkið upp fyri at leggja kaðalar í.

– Sev hevur havt hetta graviloyvið áður, men av tí at hetta arbeiðið er samantvinnað við grevstrararbeiðið tvørtur um R.C. Effersøes gøtu, bað SEV um at fáa graviloyvið útsett.

Sostatt verður strekkið grivið upp - og ætlanin var eisini, at ælabogavegurin skuldi bara vera fyribils, sigur býráðið.

– SEV hevur virt ælabogabreytina og hevur tí eisini sjálvboðið útsett arbeiðið, so breytin kundi vera har í nakrar vikur, sigur býráðið.

Men mánadagin verður so farið undir at fresa ælabogabreytina burtur, og síðani verður ein grøv grivin at leggja nýggju leiðingarnar hjá SEV í.

– Tá tað arbeiðið er liðugt, verður asfalterað aftur, men ælabogin verður ikki málaður á aftur á hesum sinni, sigur Tórshavnar býráð.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Løgreglan stongt arbeiðspláss. Høvdu ólógligar arbeiðsmenn í Føroyum

14. november kl. 07:59

Maður deyður í haganum oman fyri Signabø

15. november kl. 09:07

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

Í gjár kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

Í gjár kl. 11:39

Er meldaður fyri blúnisbrot

22 tímar síðan