Tað sum í byggivinnuni verður rópt "avhending", var veruleiki í dag. Tað eru júst 10 ár síðan tær fyrstu krónurnar vóru settar á fíggjarætlan - til tess at fáa hesa verkætlanina til veruleika. Svimjihøllina í Bylgjuni í Runavíkar kommunu. Nógvir meiri og minni avbjóðandi stíggjar eru gingnir hesi árini, men nú røkist fyri, at stutt er eftir á mál. Nakrir snøklar skulu fáast í lag, so er løtan komin fram hartil, at tað fer at bera til at svimja í einari svimjihøll í Runavík. Ein meiri enn 60 ára gamal dreymur gerst veruleiki.
Tað verður í hesum árinum at alment hátíðarhald verður, og svimjihøllin verður latin upp fyri almennari svimjing.
Vit báðir Kjartan skrivaðu undir í dag, og eg loyvi mær at siga, at Runavíkar kommuna er serstakliga væl nøgd við arbeiðið hjá Kanjon.
Meiri frættist ein av fyrstu døgunum um, nær ið ein hátíðarløta verður fyri svimjihøllini.
ES: Fleiri av undirveitarum Kanjons vóru í høllini í dag, táið skrivað varð undir.

