Ongi úrslit

Nú hevur eingin føroyskur bátur loyvi at fiska tunfisk

Áki Bertholdsen
21 tímar síðan

Nú eru øll loyvi hjá føroyskum skipum og bátum at fiska tunfisk, fallin burtur. Tað staðfestir Jóhan Christiansen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Spurningur um, at føroyingar skulu fara at fiska tunfisk, hevur javnan verið frammi, og nú hevur Uni Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, spurt hann, hvussu landið liggur á hesum øki.

Hann vísir á, at tunfiskur verður fiskaður beint uttan fyri fyri føroyska fiskimarkið - og helst er tunfiskur eisini at fáa innan fyri sjómarkið ávísar tíðir á árinum.

Landsstýrismaðurin sigur, í februar í 2022, fingu fýra skip og bátar loyvi at fiska tunfisk í føroyskum sjóøki.

Tvey av hesum loyvum vóru til bátar í bólki 5, sum eru útróðrarbátar, og tvey loyvi vórðu til størri skip.

Síðani loyvini vórðu givin, hava umboð fyri bátarnar í bólki 5 boðað frá, at viðurskiftini eru broytt, og at teir kortini ikki ætla sær undir fiskiskap eftir tunfiski. Og tí eru hesi loyvini fallin burtur.

Loyvini til feløgini, sum skuldu fiska við størri skipum, vórðu galdandi í eitt ár í senn.

Var áhugi fyri at at leingja loyvi, kundu feløgini søkja um tað, men tað hava tey ikki gjørt og sostatt eru eisini hesi loyvini fallin burtur.

Landsstýrismaðurin sigur, at hesa tíðini loyvini vóru galdandi, var ongin royndarfiskiskapur eftir tunfiski - og tí er heldur ongin nýggj vitan fingin til vega um tunfisk í føroyskum øki.

Men hann leggur afturat, at umhugsað verður at lata nýggj loyvi til at fiska tunfisk.

Tað er altjóða felagsskapurin ICCAT, um umsitur fiskiskapin eftir tunfiski. Men av tí, at Føroyar ikki er sjálvstøðugt land, kunnu vit ikki verða sjálvstøðugur limur har.

Einasti máti er at vit verða limur umvegis Danmark. Og verða vit tað, skulu Føroyar fara undir samráðingar fyri at fáa ein part av heildarkvotuni av tunfiski, sum frammanundan er býtt ímillum verandi limalond, sum eru 54 í tali.

Mest lisið hesa vikuna

Heldur KVF, tað er í lagi at gera gjøldur burtur úr menningartarnaðum?

5. november kl. 23:58

Kunning um Suðuroyartunnilin

2. november kl. 18:58

Menn í masku steðgaðu metro í Keypmannahavn

3. november kl. 21:20

Heldur hægri barnafrádrátt enn bíligari frukt, grønmeti og blæur

6. november kl. 11:09

Landsbankastjórin: Hava ikki ráð til Suðuroyarleiðina og Suðuroynna!?

2. november kl. 13:59

Vilja senda trý landsstýrisfólk til hús

3. november kl. 15:31