Ongi úrslit

Nú hava eisini vágafólk fingið apotek - og tey fáa vanligan heilivág alt samdøgurið

Hetta er sætta apotekið í Føroyum

Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna, klipti snórin og læt apotekið upp. Jóhannus Joensen, tingmaður, stendur aftan fyri og hyggur at
Áki Bertholdsen
2. apríl kl. 18:00

Í eina tíð hevur verið arbeitt við at gera eitt apotek í Vágum fyri at gera tað høgligari hjá teimum at fáa fatur á heilivági.

Og í dag kom so dagurin tá ið apotekið læt upp.

Apotekið, sum er í Miðvági, er sætta apotekið í landinum og tað verður eitt stórt framstig fyri vágafólk og ferðafólk í Vágum.

Apotekið læt upp tá ið Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, klipti snórin, og harvið varð apotekið alment opið.

Fimm fólk arbeiða á Vága apoteki, og tey eru øll har vesturi frá. Leiðandi farmakonomur á apotekinum er Kristina Niclasen. Men annars eru øll starvsfólkini við kassan á apotekinum, fakfólk, og kunnu veita góða ráðgeving um allar vørur.

Men sum nakað nýtt verður eisini ein automat við ymsum hondkeypsheilivági uttan fyri apotekið í Vágum.

Har kunnu fólk fáa høvuðpínutablettir, sjóverkstablettir, og annars tann mest vanliga hondkeypsheilivágin allan sólarkringin, hvønn dag í árinum.

Sjálvtøkan hevur 18 ára aldursmark og tað skal prógvast við appini, Skjáttuni hjá talgildu Føroyum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

11. desember kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

Í gjár kl. 09:55

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

11. desember kl. 07:48

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Tórshavnar Býráð fer at leggja gjald á tóm hús

11. desember kl. 11:14