Tvær broytingar eru millum teir fyrstu ellivu á landsliðnum, tá ið sammett verður við liðið, sum var á vøllinum frá dystarbyrjan hóskvøldið, tá ið tað ímóti Armenia endaði 2-2.
Nýggir á liðnum eru René Shaki Joensen og Brandur Hendriksson Olsen. Teir avloysa Sølva Vatnhamar og Jóan Símun Edmundsson.
Teir fyrstu ellivu í kvøld eru hesir: Bárður á Reynatrøð – Jann J. Benjaminsen, Odmar Færø, Andrias Edmundsson, Viljormur Davidsen – René Shaki Joensen, Hanus Sørensen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Hannes Agnarsson – Meinhard E. Olsen
Á beinkinum eru Mattias H. Lamhauge, Teitur Matras Gestsson, Jóannes Kalsø Danielsen, Daniel Johansen, Arnbjørn Svensson, Sonni Ragnar Nattestad, Sølvi Vatnhamar, Adrian Justinussen, Jóannes Bjartalíð, Petur Knudsen, Klæmint Olsen og Jóan Símun Edmundsson.
Í kvøld er Odmar Færø á landsliðnum fyri 60. ferð. Hóskvøldið var Brandur Hendriksson Olsen fyri 60. ferð á landsliðnum, og Odmar Færø er 15. spælarin, sum røkkur 60 dystum á fótbóltslandsliðnum:
Fróði Benjaminsen | 95 |
Jóan Símun Edmundsson | 92 |
Óli Johannesen | 83 |
Viljormur Davidsen | 81 |
Sølvi Vatnhamar | 76 |
Jákup Mikkelsen | 73 |
Hallur Hansson | 72 |
Gunnar Nielsen | 70 |
Jens Martin Knudsen | 65 |
Gilli Sørensen | 85 |
Klæmint A. Olsen | 64 |
Julian Johnsson | 62 |
Jákup á Borg | 61 |
Brandur H. Olsen | 60 |
Odmar Færø |