Nú fer hesin í søguna
Fólk fáa hálvtannað ár at brúka teir í, ella at seta teir á kontuna
Áki Bertholdsen
30. november 2023 kl. 10:07
Danski tjóðbankin hevur gjørt av, at 1.000 krónuseðlar ikki vera galdandi longur frá 31. mai 2025. Tað sigur BankNordik í einum boðum beint nú.
Hetta merkir, at antin mást tú brúka tínar 1.000 krónuseðlar áðrenn, ella seta teir inn á kontuna.
Endamálið er at forða fyri peningatvátti og at peningur verður fluttur av landinum, ólógliga. Men tey, sum seta pengar á kontu, hava skyldu at prógva, hvaðani pengarnir stava frá. Kunnu fólk ikki tað, kann bankin nokta tær at seta peningin á konto.
Fram til 31. mai 2025 kanst tú tó framvegis brúka tínar 1.000 krónuseðlar at rinda við, bæði í handlum og í gjaldingum ímillum fólk.