Ongi úrslit

Nú fær Beinir møguleikan

Ein stórsmílandi Beinir Johannesen eftir at úrslitið av valinum varð greitt. Nú fær hann møguleikan at skipa nýggja samgongu
Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Aksel V. Johannesen, sum hevur verið løgmaður í seinasta valskeiði, hevur nú lagt frá sær.

Í morgun skrivar www.in.fo, at í morgun hevur hann verið hjá Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu og boðað frá, at hann fær ikki skipað nýtt landsstýrið, og at hann tí leggur frá sær sum løgmaður.

Sostatt er formansumfar beint nú, har forfólkini í teimum sjey flokkunum fara at siga løgtingsforkvinnuni, hvønn tey halda skal standa fyri at skipa nýggja samgongu.

Tað er eingin ivi um, at nú verður tað Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, sum fær møguleikan. Tað var eisini Fólkaflokkurin, sum vann valið.

Mest lisið hesa vikuna

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Fingu bara seks atkvøður í Suðuroy

Í gjár kl. 21:47

Nú er tað BÍLIGARI at verða føroyingur - sum heild eru prísirnir lækkaðir

Í gjár kl. 11:24

Enn eitt stórt og vakurt træ í Havn mátti lúta

24. mars kl. 12:56

Javnstøða má eisini fevna um dreingir, menn og pápar.

24. mars kl. 08:59

Vilja hava okkum at velja eina kvinnu á løgtingsvalinum í morgin

25. mars kl. 11:01