Ongi úrslit

Vilja hava okkum at velja eina kvinnu á løgtingsvalinum í morgin

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Á løgtingsvalinum í morgin eiga vit at velja eina kvinnu.

Tað halda tey í Demokratia. Demokratia er ein almenn nevnd sum er sett við tí endamáli at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.

Og nú, dagin fyri løgtingsvalið, staðfestir Demokratia, at tað eru 2.400 færri kvinnur í Føroyum enn tað eru menn.

Ein stórur partur av teimum sum mangla, eru ungdómar, sum tíverri ikki mynda samfelagið og fólkaræðið.

Tað eru fleiri kvinnur enn menn, sum búsetast uttanlands og sum ongantíð venda heim aftur.

 – Hetta eigur at føra til sjálvrannsakan, tí hvat kunnu vit gera, spyrja tey í Demokratia.

Í morgin skulu veljararnir vísa, hvat fyri signal tey senda ungu kvinnunum, sigur Demokratia.

Her hugsa tey bæði um tær, ið umhugsa at flyta heim aftur, og um tær . sum kundu hugsað sær at búsett seg í Føroyum men sum kortini føla seg noyddar at flyta av landinum.

 Í 2011 vórðu met nógvar kvinnur valdar á Ting, nevniliga tíggju. Í 2015 fingu vit sama úrslit men í 2019 fall talið á tingkvinnum niður á átta, men á seinasta løgtingsvali komu vit aftur upp á tíggju kvinnur á Løgtingi.

– Metið er nú 15 ára gamalt og tað er als einki at reypa av, sigur Demokratia, tí at vit hava 23 tingmenn og 10 tingkvinnur er langt frá nøktandi úrslit fyri kvinnuumboðanina, sigur Demokratia.

– Góði veljari: Nú hevur tú møguleikan at geva ungum kvinnum vón um framtíðina. Á øllum listum eru væl skikkaðar kvinnur, siga tey í Demokratia.

– Velur tú eina kvinnu, hevur tú gjørt títt, leggja tey afturat. 

Mest lisið hesa vikuna

Stein - konservativir menn eru ein stórur trupulleiki

19. mars kl. 13:15

Rýmdu av býráðsfundi í Havn - og klaga borgarstjóran

23. mars kl. 08:13

Føroyskur lærari fær virðisløn

18. mars kl. 18:16

Fara fleiri eldri føroyingar at flyta til Danmarkar?

21. mars kl. 11:34

Endaliga úrslitið varð at fíggjarlógin gav avlop fjør

20. mars kl. 18:01

Eysturoyartunnilin – nú skal tunnilsgjaldið niður, langt niður

19. mars kl. 16:04