Nú verður mannagongdin, tá ið listafólk fáa almennan stuðul, broytt - á trimum økjum. Og í tí sambandi eru nýggjar kunngerðir nú komnar um gildi.
Í hesum sambamdi fara listafólk nú at fáa betri, fíggjarligar sømdir. Sum støðan hevur verið, skuldu listafólk sjálvi rinda pensjón av tí stuðuli tey fáa.
Men nú verður tað so, at listafólk fara at fáa 15 prosent í pensjón afturat upphæddini tey fáa í listafólkaløn og starvsløn.
Samstudis fer mentanargrunnurin nú at lata stuðul til listaligt tilfar á føroyskum. Treytin er, at tað er tilfar, sum kann birta uppundur og menna listaligu, og málsligu, evnini hjá børnum og ungum.
Men hesin stuðul kann ikki verður latin stovnum, sum tað almenna longu fíggjar. Ætlanin er nevniliga ikki, at hetta skal verða ein stuðul til stovnar, sum frammanundan gera tilfar til børn og ung í skúlaverkið, segði landsstýrið.
Reglurnar fyri, hvussu stuðul til film verður stuðlaður úr, verður eisini broyttur. Higartil hevur tað verið so, at tað hevur verið landsstýrisfólkið á økinum, sum hevur havt seinasta orðið, og sum hevur latið stuðulin - eftir tilmæli frá eini nevnd.
Men tá ið Jenis av Rana var landsstýrismaður í mentamálum, vakti tað ansa, at hann - tvær ferðir noktaði at stuðla filmum, nevndin annars hevði mælt honum til at stuðla.
Annar filmurin var teknifilmurin, Skúlascam, hjá Tóka Jansson, og honum vildi Jenis av Rana ikki stuðla tí tey bannaðu so illa í filminum.
Hin filmurin var Sæla hjá Katrini Joensen Næs, og honum vildi táverandi landsstýrismaður ikki stuðla tí hann var ov fúlur.
Men eftir nýggju kunngerðini verður tað Mentanargrunnur Landsins sum skal umsita stuðulsskipanina til film. Tað merkir, at nú sleppur landsstýrisfólkið ikki longur at blanda seg upp í tí nú verður tað Mentanargrunnurin sum einsamallur ger av, hvørjir filmar skulu fáa stuðul.