Ongi úrslit

Nú eru Føroyar limur í altjóða tennissamgonguni ITF

Føroyar eru nú vorðnar partur av altjóða tennissamgonguni, International Tennis Federation (ITF), og verða sostatt limaland nr. 213

Tennissamband Føroya
18. oktober kl. 22:29

Hetta varð samtykt á ársaðalfundinum hjá ITF, sum varð hildin 16. oktober 2025. Formelt gerast Føroyar limir í ITF tann 1. januar 2026, hetta hendir samstundis sum ITF broytir navn til World Tennis.

Árið í ár er søguligt fyri tennis í Føroyum, og boðar frá einari nýggjari og spennandi tíð fyri framman. Í mars mánaði fingu Føroyar játtað limaskap í evropeisku tennissamgonguni Tennis Europe. Hetta merkir, at 1. januar 2026 eru Føroyar formelt partur av bæði altjóða og evropeisku tennissamgongunum. Í fótbólti svarar hetta til, at Føroyar eftir einum ári hava fingið limaskap í bæði UEFA og FIFA.

Hetta hevur ómetaliga stóran týdning fyri at menna tennis í Føroyum. Við hesum limaskapum fáa føroyskir spælarar, venjarar og feløg atgongd til altjóða kappingar, menningarskipanir og útbúgvingartilboð. Eisini merkir hetta, at Føroyar nú kunnu bjóða seg fram at skipa fyri altjóða tenniskappingum fyri børn, ung og vaksin – eitt mál, sum er realistiskt at røkka, um vit megna at skapa røttu karmarnar og halda fram at menna ítróttin í verki.

Formaðurin í Tennissambandi Føroya, Ingi Heinesen Højsted, sigur soleiðis um tíðindini:

- Hetta er ein søgulig hending og eitt týðandi stig fyri tennis í Føroyum. At vit nú verða við í bæði Tennis Europe og ITF gevur okkum ein veruligan møguleika at seta Føroyar á altjóða tenniskortið. Vit hava eitt týðandi arbeiði fyri framman, men framtíðin sær sera spennandi út.

Við hesum hava Føroyar fingið altjóða viðurkenning sum partur av altjóða

tennissamstarvinum. Tennissamband Føroya takkar øllum, sum hava stuðlað og trúð upp á, at hetta kundi lata seg gera og gleðir seg til eitt spennandi tíðarskeið við nýggjum møguleikum og samstarvi í altjóða høpi.

Fyrst í komandi ári sleppa føroysk U12 landslið við gentum og U14 landslið við dreingjum at royna seg í evropeisku kappingini Tennis Europe Winter Cup 2026. Hetta verður fyrstu ferð, at føroysk børn og ung sleppa at royna seg í altjóða tenniskapping.

Mest lisið hesa vikuna

Eg eri blivin kallað bæði hora og golddigger

16. oktober kl. 13:13

Ósemja millum starvsfelagar endaði við harðskapi

15. oktober kl. 08:56

Ikki føroyskar gentur

14. oktober kl. 23:00

Herverk á fleiri bilar - løgreglan sóknast eftir vitnum

Í gjár kl. 09:36

Publicservice og etikkur: Opið bræv til Kringvarp Føroya

19 tímar síðan

Sissal fer at biðja sær farloyvi

Í gjár kl. 14:35