Ongi úrslit

Nú er vandin í Fuglafjørði av

Áki Bertholdsen
12. sepember kl. 20:24

Nú er ávaringin frá løgregluni til fuglfirðingar avblást.

Seinnapartin í dag fekk løgreglan fráboðan um, at ammoniak lak úr køliskipanini á einum grønlendskum trolara, sum liggur við bryggju í Fuglafjørði.

Tað var ein ventilur, sum fór at leka. Løgreglan segði, at eingin vandi var á ferð, men tey heittu á fuglfirðingar, sum búgva nærhendis havnarlagnum, um at hava vindeygu og hurðar aftur.

Løgreglan sigur nú, at nú er allur vandi av, og ávaringin til fuglfirðingar er avblást.

Ventilurin er tættur aftur, so nú lekur ikki meiri.

Løgreglan sigur, at tá ið tað fór at leka, var manningin skjót at skalka alt til, so at ammoniakkið ikki breiddi seg.

Tey fingu útvega sær kemikaliudraktir og síðani hava tey tett lekan og umvælt ventilin. Tey hava sprænt vatn á, tí tað bindur ammoniakkið, so tað rennur bara burtur - uttan at elva til nakra dálking.

Mest lisið hesa vikuna

Minningarorð um Benjamin Gunnarstein

29. november kl. 00:10

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Kvinnur skulu fáa eina munandi upphædd tá ið tær eiga sítt fyrsta barn

28. november kl. 18:00

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

Í gjár kl. 18:15

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00

Hetta líkar borgarstjóranum væl

1. desember kl. 23:24