Vit hava vita tað síðani seint í nátt, at ein meiriluti í Tórshavnart býráð hevði avtalað sínamillum at velja Elsu Berg úr Tjóðveldi til nýggjan borgarstjóra í Havn.
Og nú er tað so ein veruleiki eftir at Elsa Berg formliga er vald til borgarstjóra beint nú.
Elsa Berg er tað velevnið, sum fekk flestar atkvøður, 1008 atkvøður, á tí størsta listanum, Tjóðveldi og sostatt er hon fyrst valdi býráðslimurin í Havn og sostatt er tað hon, sum hevur kallað býráðið saman nú klokkan 17.30 at velja borgarstjóra. 1. varaborgarstjóra og 2. varaborgarstjóra, umframt allar býráðsnevndirnar.
Umframt samgonguna ímillum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Borgaralistin, høvdu flokkarnir í andstøðu, Kommunulistin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkin, eisini gjørt valbólk.
Samgongan skeyt upp at velja Elsu Berg til borgarstjóra og valbólkurin í andstøðu skeyt upp at velja Trónd Sigurðsson til borgarstjóra.
Tróndur Sigurðson fekk tær fimm atkvøðurnar í andstøðuni og Elsa Berg fekk tær átta atkvøðurnar í samgonguni og sostatt er tað greitt, at tað verður hon, sum verður nýggjur borgarstjóri í Havn. Hon er 28 ár og sostatt er hon yngsti borgarstjóri, sum hevur verið í Havn.
Heðin Mortensen er 1. varaborgarstjóri og Tróndur Sigurðsson er 2. varaborgarstjóri.
Hetta er eftir at nýggj samgonga er skipað í býráðnum eftir kommunuvalið týsdagin. Nýggja samgongan er ímillum Tjóðveldi við fýra býráðslimum, Javnaðar við trimum býráðslimum og Borgaralistan við einum býráðslimi. Sostatt hevur samgongan átta av teimum 13 býráðslimunum.
Hinvegin eru Fólkaflokkurin og Kommunulistin við hvør sínum tveimum býráðslimum, og Sambandsflokkurin við einum býráðslimi, í andstøðu.
Tjóðveldi er stóri vinnarin á valinum, tí tey fingu ein býráðslim afturat. Hinvegin er Javnaðarflokkurin stóri taparin, tí hann misti. tríggjar býráðslimir eftir at tveir av oddamonnunum í flokkinum, Tróndur Sigurðsson og Kári Johansen, fóru úr flokkinum og stovnaðu Kommunulistan.
Men tað miseydnaðist tí, sum sagt, eru teir endaðir í andstøðu. Nývalda býráðið tekur við 1. januar og tá tekur Elsa Berg sostatt eisini við sum borgarstjóri.
Her eru fleiri myndir frá fyrsta býráðsfundinum hjá nývalda býráðnum. Trýst á myndirnar fyri at fáa. tær størri.