Nú er tað so endaliga avgreitt, at tað verður ikki á hesum sinni, at pensjónsaldurin verður hækkaður.
Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almannamálum, hevur akkurát boðað Løgtinginginum frá, at hann tekur málið um at hækka pensjónsaldurin, sum frálíður, upp í 70 ár , og málið um tíðartreytaða pensjón aftur.
Í slíkum førum skal løgtingsforkvinnan spyrja um nakar annar leggur málini fram aftur. Tað var tað eingin, sum hevði hug til og sostatt er málið afturtikið.
Tað er annars ikki meiri enn ein vika síðani, at løgmaður endurtók, at tey stóðu fast við at pensjónsaldurin má hækka.
Men Samstundis sum at pensjónsaldurin skuldi hækka, vildu tinglimir í samgonguni eisini hava eina skipan sum tryggjar, at tey, sum fara á arbeiðsmarknaðinum sum blaðung, eisini sleppa fyrr frá við pensjón.
Landsstýrið legði eitt uppskot fyri Løgtingið um hetta, har tey, sum høvdu arbeitt í 50 ár, kundu framvegis fara frá við pensjón sum kanska 66 ella 68 ára gomul.
Hetta er málið um tíðartreytaða pensón, men nógv halda, at tað er alt ov leingi at arbeið í 50 ár, og tað vilja tey stytta niður í nøkur og 40 ár.
Nú koma pensjónsmálini - í fyrsta lagi, fram aftur eftir ólavsøku, og hesa næstu tíðina skal landsstýrismaðurin so brúka til at viðgera málið neyvari fyri at fáa eina semju um tað - eisini við fakfeløgini, sum eru hart ímóti núverandi ætlan.
Tey eru nevniliga framvegis sannførd um, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin.