Ongi úrslit

Nú er liðugt á Kambsdali

Áki Bertholdsen
14. oktober kl. 11:10

Mánadagurin verður serligur dagur á miðnámsskúlanum á Kambsdali. Tá verður stóra umbyggingin og útbyggingin liðug og tikin í brúk.

Í tí sambandi verður almenn móttøka seinnapartin mánadagin, har ið landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, heldur røðu, umframt at skúlakórið syngur. Øll eru boðin til drekkamunn og okkurt søtt undir góman.

Christian Joensen, rektari á miðnámsskúlanum, sigur í tíðindaskrivi, at tey eru sera væl nøgd við umstøðurnar, ið tey nú hava fingið.

– Bæði í vavi og eisini fakliga fara nýggju karmarnir at nøkta tørvin tey nógvu komandi árini, sigur hann. – Vit hava loksins fingið stór felagshøli, sum samstundis binda gomlu skúlarnar saman, og vit hava fingið nýtímans høli til náttúrulærugreinarnar, sigur hann.

– Eisini er køkurin bygdur um og gjørdur størri, og samstundis eru gomlu náttúrustovurnar tøkar til økta virksemið á Kambsdali.  

Tað vóru Zeta arkitektar, sum vunnu arkitektakappingina á heysti 2018, men ikki fyrrenn í august 2023 kom ferð á sjálva byggingina, sum Búsetur hevur havt høvuðsábyrgdina av. Tilsamans kostar arbeiðið 94 milliónir.

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

20 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

Í gjár kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38