Ongi úrslit

Nú er komið á mál við Miðnámi á Kambsdali

Nú hava næmingarnir fingið nógv betri møguleikar at savnast og fjølgast, og harumframt eru nýggj náttúruvísindalig undirvísingarhøli í serflokki

Barna- og útbúgvingarmálaráðið
20. oktober kl. 23:25

Stóra samanbyggingin í hjartanum á Miðnámi á Kambsdali er komin á mál, og nýggju hølini eru nú tikin í nýtslu.

Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, hevur hildið røðu á hátíðarhaldi í hesum sambandi.

Tað var stór gleði millum næmingar og starvsfólk, sum tóku ímóti glæsiligu nýggju kørmunum, sum grundleggjandi fara at broyta umstøðurnar á skúlanum. Nú hava næmingarnir fingið nógv betri møguleikar at savnast og fjølgast. Harumframt eru nýggj náttúruvísindalig undirvísingarhøli í serflokki.

Stóra skúlakórið, við umleið 60 næmingum, setti ein gleðiligan dám á hátíðarhaldið við góðum kórsangi. Eisini sang ein bólkur við kvinnuligum lærarum so yndisliga.

Í røðu síni fegnaðist landsstýrismaðurin um, at byggingin hevur hildið seg trygt innan karmarnar, sum politiska skipanin hevur ásett. Fyrireikingin hevur verið neyv og drúgv, meðan byggitíðin hevur verið stutt. Júst sum serfrøðin mælir til. Røðan kann lesast her:

https://www.bumr.fo/.../roedur-hja-landsstyrismanninum

Mest lisið hesa vikuna

Hvør ræður fyri Runavíkar kommunu?

Í gjár kl. 20:15

Skerpikjøt er ein karnetinbumba

20 tímar síðan

Man tað ikki fara at ganga? Nei – tað ger tað ikki meir!

10. desember kl. 09:38

Aftur innbrot í nátt - fleiri túsund krónur stolnar

Í gjár kl. 07:48

Tveir ungir bilførarar fingu koyriforboð

9. desember kl. 07:44

Nakrir løgtingslimir afturat fingið hóttandi boð tí at teir atkvøddu fyri fríari fosturtøku

7. desember kl. 09:38